Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom og ver við!

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  18.06.2025 - 15:43 Tíðindi

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu árini verið partur av altjóða ruddingardegi, sum í Føroyum er nevndur, Rudda Føroyar. Hetta er ein ruddingardagur, har øll lond rudda í senn. Sum nakað nýtt er dagurin eisini settur í kalendaran hjá ST, og stendur at vera 20. september.

 

Á hvørjum ári luttaka umleið 20 milliónir fólk úr øllum heiminum.

Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum.

 

Tørvur á hjálparum í Norðurøkinum

Oman fyri 1000 føroyingar, bæði einstaklingar og fyritøkur, plaga at vera við, og tí er tørvur eisini á at fáa hjálparar, sum kunnu vera við til at samskipa ruddingina í Norðurøkinum. Ruddingin verður skipað í tøttum samstarvi við Klaksvíkar kommunu.

Klaksvíkar kommuna eggjar borgarum, fyritøkum og felagsskapum um at taka lut í ruddingini, men eisini at seta seg í samband við Rudda Føroyar, um áhugi er fyri at hjálpa til við praktiska partinum.

Á heimasíðuni hjá Rudda Føroyar ber til at skráseta seg sum hjálpara og sum ruddara. Les meira á heimasíðuni, hvussu tú kanst gera títt íkast: Latið okkum halda Føroyar reinar saman her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing