Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir

SKRIVAÐ: Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag og festibóndi.  |  19.11.2018 - 16:24 Politikkur Tíðindaskriv

 

“Fyritreytin fyri einum frælsum landi er eitt frælst fólk. Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja persónliga frælsið og privata ognarrættin.”

Hetta er ein partur av grundsjónarmiðinum hjá Fólkaflokkinum. Tá ið man nú velur at kasta nakrar reyðar bóltar upp í luftina og seta fram nakrar spurningar, hvørt tað er rætt, at bóndir, óðalsmenn og røktingarmenn skulu avgerða hvør skal ganga í haganum, so er stutta svarið, soleiðis er galdandi lóggáva.

Í flestu førum er slettis ikki talan um nakran sum helst trupuleika, tí fólk ferðast í fjøllunum rættuliga nógv og generelt rættuliga væl skipað. Tað bilar heldur einki, um so er, at tú kundi hugsa tær ein hagatúrð, at tú spyrt teg fyri, eisini tá ið hugsa verður um, at tú kanst fáa góða vegleiðing og so er tað sjálvandi trygdarspurningurin.

Tá ið vit tosa um náttúrvernd og ferðavinnu, er tað sjálvandi nærlagt og upplagt, at viðurskiftini kunna dagførast betri, soleiðis at tað ikki verður nakar trupuleiki fyri ferðafólk, okkum føroyingar og sjálvandi bóndir, óðalsmenn og røktingarmenn at finna eina góða hóskandi loysn. Vit skulu tó altíð hava í huga, at vit eru og vilja framhaldandi verða eitt frælst land og frælst fólk, saman við verjuni av tí persónliga frælsinum og privata ognarrættinum.

Fleiri góðar skipanir eru og verða allatíðina mentar, soleiðis at alt kann ganga upp í eina hægri eind.

So hasir reyðu bóltarnir kunnu vit gott verða fyriuttan, og teir skulu so slettis ikki kastast upp í luftina í Fólkaflokkinum

 

Símun Gullaksen,

formaður í Norðoya Fólkafloksfelag og festibóndi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja