Lýsing
Lýsing
Lýsing
Var almenni íløgukarmurin ein lagkøka í 12 stykkjum, so fær Tórshavn 11 stykkir og restin av Føroyum eittans stykki

Loysing skift út við miðsavning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.11.2018 - 09:56 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Uttan at hava brúkt eina krónu á løgtingsfíggjarlógini vann Javnaðarflokkurin ivaleyst fleiri hjørtu í Klaksvík mánadagin, tá tað bleiv kunngjørt, at fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevði telvað seg til 9,5 milliónir til Mentanarhúsið í Klaksvík. Tjóðveldi skeyt seg samstundis í fótin við alment at melda út, at íløgan er óynskt. Tí tað er hon ikki, og tað undirstrikaði Signhild V. Johannesen eisini í Degi og viku sama kvøld.

Nú vil onkur sjálvandi siga, at hetta var bíligt valagn hjá Javnaðarflokkinum, sum ikki er í krithúsinum í Klaksvík vegna sjúkrahúsreform og fiskivinnunýskipan. Men er fiskurin bara nóg svangur, so bítur hann eisini á bíligt agn.

Á internetinum skrivar onkur, at hetta var sum ein spann av vatni í Sahara. Og tað er rætt, tí tað hevur verið álvarsliga langt millum snapsarnar, tá tað kemur til almennar íløgur í Klaksvík. Vit kunnu nevna tær fyri 2019 her, tí listin er sera stuttur: 3,5 milliónir fara til endurvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Samstundis fær Húsarhaldsskúlin 2,5 milliónir. Játtanin til Tekniska skúla hækkar 0,4. Okkurt smávegis er afturat, men hetta er gongdin. Smáar upphæddir, onki sum munar stórt.

Tað er eisini hetta, sum ger upphæddina frá Sjúrði Skaale og Fólkatinginum so serliga. At hon í einum høggi er størri enn íløgurnar, sum landið ger í Klaksvík.

Hvar er tjóðveldispolitikkurin? Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum var fáar minuttir um at tala at, tá tað kom fram, at Javnaðarflokkurin hevði fingið pening úr statskassanum. Men hví skal ein samríkjaflokkur sum Javnaðarflokkurin reka sjálvbjargnispolitikk, tá flokkurin hjá fíggjarmálaráðharranum ikki sjálvur ger tað?  Í bestu tíðum á Føroya landi lækkar man ikki blokkin eina tí einastu krónu. Stjórnarskipanin er skotin langt út til horna. Formaðurin í nevndini, fyrrverandi sambandsmaðurin Heðin Mortensen, er settur til landsstýrismann og harvið rennur skipanin helst út í sandin.

Við eina valdøminum er føroyskur politikkur broyttur. Tað snýr seg ikki longur um loysing og samband. Nú snýr tað seg um miðstað og útjaðara. Tað sær man eisini á Tjóðveldisflokkinum, sum man helt vildi loysing, men er farin at snúgva seg um humanistiskar dagsskráir, ið draga til Havnar.

Øktu gjøldini frá vinnuni í útjaðaranum, tøkugjaldið og tilfeingisgjaldið, fara tíverri ikki til nakrar sjálvberandi Føroyar. Tey fara til størri og dýrari almennan rakstur í Havn. Tað ger, at vit sjálvt ikki í besta hákonjunkturi kunnu siga, at føroyski búskapurin er sjálvberandi. Stóra ovurnýtslan í Havn ger, at yvirskotið er nógv minni enn blokkstuðulin úr Danmark. Hetta sjálvt um tøku- og tilfeingisgjøldini geva 519 milliónir í kassan komandi ár!

Her er okkurt álvarsliga galið, tá tjóðveldisfólk í Havn rúka upp úr stólinum av, at Fólkatingið játtar eina eingongdsupphædd uppá 9½ millión til Klaksvíkar, meðan tey glaðbeint taka ímóti øllum hinum 641,8 milliónunum úr sama kassa árliga, sum einamest fer til rakstur í Havn.

Men orsøkin er greið. Hóast vit framvegis hava siðbundnu sambands- og tjóðveldisflokkarnar, so hevur tíðin síðani eitt valdømi givið okkum eina nýggja høvuðskonfliktlinju í føroyskum politikki. Ongin arbeiðir fyri loysing longur (tíverri!), og tá er heldur ikki neyðugt at arbeiða fyri sambandi. “Nýggja” konfliktlinjan er miðstaður móti útjaðara. Konfliktlinjan sjálv er aldargomul, men nústani hevur hon yvirhálað allar aðrar. Hendan linjan verður meira enn nøkur onnur tann, vit fara til val uppá í 2019.

Fyrr í ár søgdu vit farvæl við størsta oddvitan í Tjóðveldi síðani stovnararnar, nevniliga lítillátnu hetjuna Heina O. Heinesen. Nú hann ikki longur er at verja borg, er frítt slag hjá Javnaðarflokkinum at yvirtaka vinstravendu norðoyingarnar. Og Javnaðarflokkurin er ikki lagstur á boðini, men bjóðar av. Spurningurin er so um Tjóðveldi kemur við nøkrum aftursvari, ella hann trekkir seg aftur um býmúrarnar á síni borg, Tórshavn. Har hevur Javnaðarflokkurin gjørt eina aðra (fyri flokkin í Havn) skilagóða fintu og koyrt fyrrverandi borgarstjóran í stilling sum landsstýrismann.

Eitt er so vist. At har allir aðrir flokkar positionera seg á útjaðara/miðstaður-ásanum, nyttar lítið hjá Tjóðveldi at vera firtnir um knappar 10 milliónir til Klaksvíkar. Vildi man sett loysing/samband aftur á breddan, hava vit júst havt besta høvið nakrantíð til tað; nevniliga stóran hákonjunktur og bestu fortreytir nakrantíð fyri at skerja blokkin. Tað tokið lat man fara framvið uttan at gera nakað. Orsøkin var ivaleyst, at valdi man at skerja blokkin, mátti man samstundis skerja í Havn, og tað vildi man ikki. Tað sigur í sær sjálvum ikki so lítið.

Komandi val verður útjaðari mótvegis miðstaði høvuðsevnið, hvat antin flokkarnir vilja tað ella ikki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja