Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Hvør skal so gjalda?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  21.11.2018 - 00:34 Bloggur Politikkur Tíðindi

Nýafturvaldi formaðurin í høgravenda føroyska loysingarflokkinum lovar veljarum sínum, at ongin lágløntur skal gjalda stórt meira enn tríati prosent í skatti. Tað ljóðar sera hugaligt, men so noyðast vit at spyrja hvør skal so gjalda fyri skattalættan? Hvør skal gjalda tað sum írestar? Jú, sjálvandi, tað verður skattgjaldarin sjálvur, sum skal gjalda.

Nærmasta grannaland okkara Bretlant er eitt erkadømið um, hvat ið hendir tá skattatrýstið verður lækkað: Tey ríki gerast ríkari og tey fátæku fátkari! Bretland er fimta ríkasta landið í heiminum, men ein fimtapartur av fólkinum livir undir hungursmarkinum!

Tað er ein búskaparlig lívslygn at tað altíð er til fyrimun fyri samfelagið at lækka skattin. Víst kann skattatrýstið stundum tykjast, sum eittt okur, Men, ein skattalætti, soleiðis sum hann eru farin framm um okkara leiðir, er altíð mest til fyrimuns fyri tey hægst løntu.

10% í skattalætta av kr. 170 túsund vera aldrin tað sama, sum 10% av 500 túsund. Jú í reinum procentum, kannska – men, alla staðnis kring okkum, har skarvað verður av skattinum, verða gjøldini í staðin løgd á hin einstaka, og tey eykagjøldini eru tyngst at bera hjá teimum lægst løntu.

Tað er rætt, at eini barnaforeldur í London hava væl meira eftir aftaná skatt, enn eini føroysk barnaforeldur. MEN, har skalt tú gjalda millum 10 og 12 túsund krónur um mánaðin fyri eitt vøggustovupláss, og millum 8 og 10 túsund um mánaðin fyri eitt barnagarðspláss á sama støði, sum vit eru von við (støk og arbeiðsleys kunnu tó, í ein ávísan mun, fáa almennan stuðul barnaansing.)

Úrslitið er, at eini vannlig foreldur skulu av við eini 18/20 túsund krónur um mánaðin fyri ansing av tveimum børnum, um tey ynskja ansing á sama støði, sum vit eru von við.  Og hvat eru so fylgjan av hesum – jú konan ella tann lægst lønti í fammiljuni gongur heima inntil børnini hava nátt skúlaaldur.  Kannska er tað gott fyri børnini, siga summi? Men, tey fá visuliga ikki meira í egnan lumma tá skáttaárið er av!

Fara vit í hin endan av lívinum, so skal gjaldast í dýra dómi fyri ordilig røktarheimspláss á tí støði vit eru von við. Eigur tú ogn, so tekur tað almenna hald í ognini, tá reiði peningurin er uppi, og er maður ella kona farin á røktarheim, og er har í nógv ár, so kannst tú enda sum skuldari í tínum egnu húsum. Her er tað mangan ein fyrimunur onki at eiga, men so verður tænastan eisini hareftir. Í Englandi endar tú víst ikki á gøtuni um, tú verður gamal og óhjálpin, men røktin verður tá ein tú ikki hevði unnt tínum foreldrum her!

Ein læknaútbúgving, sum  fyrr var ókeypis, kostar nú hinum einstaka tað sama, sum eini hampulig sethús í Tórshavn, og ein bachelorútbugving, sum eisin var ókeypis,  kostar nú tað sama sum ein hampulig sethúsaogn á bygd. Nógvar av teimum tænastunum bretar áður fingu ókeypis ella rættuliga bíliga frá tí almenna, skulu teir nú gjalda fyri.

Tað er hesa støðuna høgravendi loysingarflokkurin í Føroyum ynskir at veita sínum veljarum. Og við tað at flokkurin fyrst og fremmst umboðar áhugarnar hjá teimum vælbjargaðu, so kunnu tey óyva klappa við sínum smáu hondum. Meðan tey lágt  løntu, ið ætla at stuðla flokkin, eiga at gera sær heilt greitt at flokkurin kannska veruliga hevur í hyggju at grópa djúpt í lummunum hjá teimum, fyri at stuðla hinum  vælbjargaðu.

Flokkurin ætlar ikki bara at grópa í lummanum hjá teimu lægst løntu fyri at fóðra tey hægst løntu, men hann hevur í hyggju at drukna tey lágløntu neyðardýrini í eyka avgjøldum fyri almennar tænastur, sum altið verða tyngst at bera hjá láinntøkunum. Flokkurin vil, ella torir bara ikki at siga sum er!

Tað ber helst til at hava eitt nýtt slag av høgravendum Føroyum, har hin einstaki  í nógv stórri mun skal gjalda fyri tænastur enn nú.  Men, hesin sami høgravendi loysingarflokkurin eigur eisini at siga allan sannleikan, og ikki at ljúgva fyri fólki!                     

Tey hægst løntu hava aldrin haft ráð til at gjalda fyri samfelagið – í øldir sluppu tey eisisni undan, við lóg. Men, veruleikin er tann, at onkur skal gjalda!  Onki er ókeypis. Ein skattalætti flytir bara gjaldsbyrðuna til onkran annan – og, sum tað hevur gingið í Norðurevropa higartil, til Pallebá! Hygg at nærmasta grannanum Bretlandi, har 14 millilónir fólk liva undir fátækaramarkinum! Orsaka av høgravendum sparitiltøkum.

Ynski hjá høgraflokkunum um at lækka skattin hjá teimum lægst løntu, er mangan sprotti av ynskinum um at tálma lønarlagnum. Jú meira vannligi løntakarin hevur eftir av lønini aftaná skatt, tess minni verða lønarkrávini, siga tey. Tað kann kannska vera nakað um tað, men sonevndi ”vannligi løtakarin” hvørvir so við og við, og innanfyri manns minni, so fara robottanir at yvirtaka arbeiði hjá øllum ”vannligum” løntakarum.

Í USA er skatturin sjálvandi nógv lægri enní Føroyum, men, har skal ein stakur, umframt skatt, lokalskatt, vegsskatt, ferðslugjøld og onnur avgjøld eisini gjalda í minnsta lagi kr. 2.000,00 um mánaðin fyri sjúkrakassa.  Ein meðal forsyrgjari skal gjalda í minnstaladið kr. 5.400,00 um mánaðin í sjúkrakassa.  Skalt tú rokna við óavmarkaðari sjúkratrygging, eins og í Føroyum, skalt gjalda munandi meira.

Alt hettar ber sjálvandi væl til. USA, Týskaland og Eysturríki koyra fínt við privatari sjúkratrygging, tí fólk eru von við tað. Men, tey sum støðugt fyrigykla føroyingum skattalættar eiga eisini at siga sannleikanum, at tey hava í hyggju eitt annað samfelagsmynstur, har hin einstaki sjálvur skal gjalda. Ti gjaldast skal, onki er ókeypis!

Í USA mugu fólk sjálvi gjalda fyri tað mesta av heilsuverkinum, og tí hava tey eisini dýrasta heilsukverkið í øllum heiminum, sum er framúrskarðandi fyri tey, ið hava ráð til tað, og elendigt fyri tey, ið ikki orka tær tungu tryggingarnar.

Stundum er komin at krevja av øllum politikarum og  valevnum, at tey siga allan sannleikan, og ikki hara sleingja tøl og lyftir um seg.  Eitt at sær komið fólk vil hava allan sannlerikan, og ikki bara gykl, hálvar lygnir og valgas.

Lyftið um at fíggja skattalættan við eykainntøkum frá búskaparvøkstri orsaka av skattalættanum, er sum at lova gott veður hvørja Norðoyastevnu og kava hvørji jól!

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…