Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Astu Jakobsen f. Klein

SKRIVAÐ: Nicolina  |  27.11.2018 - 15:04 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Út á seinnapartin leygardagin 17. november bórust boðini um, at Asta brádliga var farin frá okkum sína seinastu ferð. Hon gjørdi skjótt av.

Tá ið fyrsti skelkurin av deyðsboðunum hevur lagt seg, koma øll minnini. Asta var ein av teimum, sum “altíð hevur verið her”. Sum vit eldast, fækkast tey alsamt, sum vit hava kent frá barnaárum. Vit báðar vóru trímenningar - mammur okkara vóru systkinabørn.

Asta var ættað úr Funningi, og tí duldi hon ikki fyri, men var sera errin av. Alt, sum hevði við Funning at gera, hevði hennara áhuga, og henni dámdi sera væl at koma aftur á gamlar steinar.

Vit kunnu róliga siga, at tímiliga kom Asta úr smáum korum, men so mikið ríkari var andaligi førningurin, ið hon fekk við sær úr sínum heimi. Tað var alt tað, ið eg haldi vera góðu,gomlu føroysku dygdirnar: gudsótti, hjálpsemi, arbeiðssemi, trúfesti, ættarkærleiki og lætt sinnalag.

Asta visti, hvat ið tað vildi siga at arbeiða, tað er púra vist. Sum ung fór hon út at tæna. Tær vóru fimm systrar, og tvær av teimum vóru giftar í Klaksvík, og higar kom Asta eisini. Hon giftist við Julian, og teimum báðum untist langt hjúnalag.

Tá ið foreldur míni búsettust á Heygum miðskeiðis í 50-árunum, høvdu Asta og Julian longu bygt á skák omanfyri. Tað gav seg sjálvt, at væl varð millum húsini.

Tað eru so mong minnir, sum renna fram:

- Asta sum ung kona og mamma við stórum barnaflokki. Tað er ikki lætt at ímynda sær nú, men tá stóðu húsini hjá teimum í útjaðaranum av býnum og har kundi vera rættiliga ábært. Minnist onkrar ódnarnætur, meðan Julian var burtur til skips, at hon kom við børnunum oman til okkara, og so varð ból reitt á gólvinum, og vit børn hildu, at tað var bara stuttligt.

- Asta sum skonkti drekkamunn og gav okkum breyð, tá ið vit høvdu spælt í bønum uttanfyri. Eg minnist ta lítlu fittu stovuna, áðrenn bygt varð aftrat. Asta sat ongantíð við tómum hondum; tá ið hon ikki vaskaði og helt hús, bant hon upp á børnini, og eg minnist enn tey vøkru pløggini, sum hon bant.

- Asta í bestu árum sum flakakvinna á Kósini. Tá ið børnini vóru undankomin, fór hon til verka - arbeiðssom, kvik og samvitskufull.

- Asta sum eftirlønt við allari sínari stóru familju uttanum seg. Børn og ommubørn høvdu sína dagligu gongd inn í Kráargøtu, og tað dámdi teimum báðum Julian og Astu væl. Ikki minst, so dámdi Astu, tá ið børnini bjóðaðu henni við ein túr onkustaðnis, antin tað var í summarhús í Føroyum ella uttanlands. Hon fylgdi við og helt seg ikki aftur.

Asta gekk høgt uppí sítt heim, og tað er ikki ov nógv sagt, at har skein altíð av hvørjum spreki. Har vóru Julian og hon so sera lík, bæði tiltikin røkin. Tá ið Asta hevði fingið okkurt nýtt ella bøtt um heimið onkusvegna, plagdi hon at taka til: “Eg stráli”.  Tað gjørdi hon eisini, beint sum tað er sagt, tí hon var altíð væl ílatin og snøgg í allar mátar.

Asta og Julian hava altíð verið blíð at koma inn til. Har varð alt tað besta sett fram, og mong hava sitið væl í hugnaliga heimi teirra. Men Asta var eisini hugnalig at fáa inn á gólvið. Hon var ikki tann, sum gjørdi nógv hóvasták av sær sjálvari, men henni dámdi væl at práta, og hon var stuttlig og hevði lætt við at flenna.

Tað eru ikki nógvir dagar síðan, at hon var inni á gólvinum her. Tað var okkurt, henni lá á hjarta at fáa sagt, og sum so mangan, kom hon ikki tómhent. Prátið gekk um gamlar dagar og um nýggjastu langommubørnini, og vit fingu okkum ein drekkamunn við køksborðið. Lítið vistu vit, at hetta var seinasta ferðin, vit sóust.

Eg havi altíð sæð nógv upp til Astu. Hon hevði lætt sinni, var røsk og ómetaliga arbeiðssom. Tó allarmest sá eg upp til, at hon bar øllum gott. Hon var góð við øll og trúføst móti sínum vinum.  Hon fylgdi væl við allari sínari familju – børnunum, sínum ommubørnum og nú vóru eisini fleiri langommubørn og har legðist alsamt til. Jóladag plagdu tey at samla alla familjuna. Tá døggaðust rútarnir, og húsini góvu seg fyri øllum teimum, sum vóru inni, men hjartarúmið var so stórt, at har rúmaðist altíð ein aftrat. Og Asta strálaði, tá ið øll hennara vóru uttanum hana. Tað var  eisini vakurt at síggja, hvussu øll familjan lætti um hjá henni, nú ið hon eldist.

Tit øll, ið sita eftir hana, fingu eitt einastandandi familjusamanhald sum arv eftir mammu tykkara. Tað er ein stór gáva og dýrur førningur at bera víðari fram. Góði Julian og øll familjan: Eg vátti tykkum øllum mína samkenslu.

Hvíl í friði, góða Asta og takk fyri góð minnir.

Nicolina

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…