Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu fer Spinnaríið at roynast sum konserthøll

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.12.2018 - 14:50 Mentan Tíðindaskriv

Kórini Suð og 17 Sangarar fara hóskvøldið 13. desember at hava jólakonsert kl. 20 í Spinnarínum.

Nú Spinnaríð aftur er komið til heiður og æru og er ein spennandi bygningur at byggja ymiskar mentanarleiklutir á í hesi stórfingnu høll, fara kórini Suð og 17 Sangarar at royna høllina við eini jólakonsert.

Suð fer at syngja ymiskar jólasangir og m.a. Pie Jesu hjá Andrew Lloyd Webber, Panis Angelicus hjá Cesar Franck og Ave Verum hjá Mozart.

 

17 sangarar

 

17 Sangarar hava fleiri jólasangir og syngja m.a. Tær heiður alvaldi (Die Ehre Gottes) hjá Gellert/Beethoven og Jerusalem (The Holy City) hjá Frederick E Weatherly/Stephén Adams.

Har verða solo- og duettsangir og onkur barnasangur.

Hølið verður pyntað og drekkamuður við jólakøkum og hugni verður aftaná.

Spennandi verður at vita, hvussu hølið roynist sum sanghøli.

Kostnaðurin er 100 krónur.

Latið okkum møtast í Spinnarínum 13. desember kl. 20.00

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja