Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya fyrsta fótbóltsakademi stovnað í Vági

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.12.2018 - 22:17 Ítrottur Tíðindaskriv

Nú verður Føroya fyrsta fótbóltsakademi Fótbóltsakademi Føroya (á enskum: Faroe Islands’ Football Academy) stovnað í Vági. 

Fótbóltur er størsta ítróttargrein í Føroyum. Áhugin fyri fótbólti veksur ár um ár og nógvir føroyskir ungdómar hava ein dreym um at gerast yrkisfótbóltsleikarar bæði í Føroyum og uttanlands. Í Evropeiskum fótbólti verða flestu grundarsteinarnir undir eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikari lagdir í fótbóltsakademium. -Og nú verður Føroya fyrsta fótbóltsakademi Fótbóltsakademi Føroya (á enskum: Faroe Islands’ Football Academy) stovnað í Vági. 

Eitt fótbóltsakademi er ein skipaður skúli, har fótbóltur er berandi innihaldið í skúlanum. Høvuðsendamálið er at fyrireika ungar fótbóltsleikarar til eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikarar. Fótbóltsakademi verða vanliga skipaði fyri ungar leikarar, og er skúlagongd, antin í fólkaskúla ella miðnámsskúla, eisini vanliga partur av skúlaskapinum á einum fótbóltsakademii. 

Fótbóltsakademi Føroya er eitt tilboð til dreingir og gentur í aldursbólkunum 9. og 10. floksaldri og í miðnámsskúlaaldri – eitt tilboð til aldursbólkarnir U15 til og við U21. Kjarnin í Fótbóltsakademi Føroya er eitt heildartilboð til leikaran, har ein menning av tí einstaka sum fótbóltsleikara og menniskja er í hásæti – og er av somu orsøk talan um eitt tilboð sum fevnir um bæði fótbóltsvenjing og skúlagongd. 

Fótbóltsakademi Føroya er skipað í samstarvi millum Ítróttaháskúlan í Suðuroy og FC Suðuroy. Fótbóltsakademiið er ein uppstigan av fótbóltslinjuni, sum hevur verið á Ítróttaháskúlanum, og bygt verður eisini á royndirnar, sum vórðu gjørdar í samstarvinum millum Ítróttaháskúlan og VB í hondbólti.  

Leikarar á Fótbóltsakademinum koma sostatt at fevna um bæði næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og um næmingar, sum ganga í fólkaskúla í Suðuroynni ella á Miðnámsskúla í Suðuroynni. Leikarar úr øðrum pørtum av landinum ella uttanlands eru vælkomnir á Fótbóltsakademi Føroya – og tilber at fáa meiri at vita um Fótbóltsakademi Føroya hjá Guðmundi Joensen, leiðara á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. 

Fótbóltsakademi Føroya er skipað undir leiðslu av einum venjaratoymi. Annar av venjarunum er Jón Pauli Olsen, sum hevur A-venjara útbúgving, hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U17 landsliðnum hjá kvinnum, hjá FC Suðuroy og sum ungdómsvenjari hjá FC Suðuroy. Jón Pauli Olsen er eisini venjara-instruktør á venjaraútbúgvingini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í næstum verður søkt eftir einum venjara afturat til venjaratoymið á Fótbóltsakademi Føroya. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…