Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hesi spæla til Ársins Jóladans í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.12.2018 - 21:21 Mentan Tíðindaskriv

Annað jólakvøld verður Ársins Jóladansur í Badmintonhøllini í Klaksvík

Annað jólakvøld verður Ársins Jóladansur í Badmintonhøllini í Klaksvík. Kvøldið bjóðar eina endaleysa røð av landaplágum við nøkrum av fremstu sangarum í landinum.

Solistar hetta kvøldið verða Niclas Heri Jákupsson, Signar í Homrum og Danny Baldursson. Teir fara at framføra við einum dreymabólki, sum er mannaður við Henning Nicodemussen, Magna Husgaard, John Johansen og Mikkjal Hvannastein.

Niclas Heri Jákupsson fer at syngja teir bestu sangirnar hjá Dynamit – eitt nú »Grøv Nummar 13«, »Á lat meg vera«, »Bangin« og »Pápi tín býr ei í Tórshavn«. Signar í Homrum hevur sum solistur og partur av Kjølar skrivað og sungið sangir sum »Sorgblídni«, »Tað er gott at elska« og »Skýmandi kvøldið«. Danny Baldursson er oddamaður í Danny & The Veetos, og hann fer at tríva í sangir sum »Alright« og »Sunnukvøld í mai«.

Ársins Jóladansur verður í Badmintonhøllini í Klaksvík annað jólakvøldið 26. desember kl. 00.00-04.00. Fyrireikari er Team Klaksvík. Forsøla er á heimasíðuni atgongumerki.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja