Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í apríl mánaða skrivaðu vit "at Samgonguleiðararnir mugu sanna, at eitt er at vilja nakað í einum samgonguskjali, meðan nakað heilt annað er at fáa tað ígjøgnum á Løgtingi". Sí tíðindini niðast her á síðuni. | Mynd: Oliver Joensen

Fiskivinnunýskipanin farin fallitt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.12.2018 - 18:07 Leiðarin Politikkur Vinna

Nú er greitt, at ongin meiriluti er fyri uppskotinum um veiðigjøld hjá fiskimálaráðharranum. Tað hevur verið greitt í eina tíð, at ongin meiriluti heldur er fyri at leggja um til kvotur. Og eftir øllum at døma er heldur ongin undirtøka fyri at skerja fiskidagarnar – ið hvussu er ikki við 10%. Og hóast kunngerðin um menningarkvotur fyri 2019 skuldi koma í heyst, er ongin komin enn.

Í staðin verður skotið upp at leingja fiskidagar og veiðigjøld til 2019, og tað vil allarhelst í veruleikanum siga til eftir komandi løgtingsval, tí síðstu mánaðirnir av einum valskeiði verður neyvan nøkur ópopulér avgerð tikin. Hervið hevur Landsstýrið í veruleikanum givið skarvin yvir, tá tað kemur til fiskivinnunýskipanina. Okkurt tingfólk førdi enntá fram, at fiskimálaráðharrin háðar løgtingið við sínum arbeiðshátti við at koma við uppskotum í allarsíðstu løtu, og so ikki lata løgtingið viðgera tað ordiliga. 

Onki hevur verið at hoyra um menningarkvotur, annað enn, at onkur teirra, sum longu er útskrivað, er drigin inn aftur, tí móttakarin ikki livdi upp til treytirnar. Tann 14. august sigur fiskimálaráðharrin annars við Dimmalætting, at “Men longu í heyst verður gjørd kunngjørd nýggj kunngerð fyri menningarkvoturnar fyri 2019, og tá verður møguleiki at søkja aftur.” Her er tó ongin kunngjørd lýst.

Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg kalkulerar við 355 milliónum í inntøkum frá fiskivinnuni. At veiðigjøldini eru slept, fer, sambært løgtingsviðgerðini í dag, at minka hetta talið við 75 milliónum. Tað merkir eisini 75 mió. minni í yvirskoti.

Nógv tingfólk funnust at arbeiðslagnum hjá Landsstýrinum. At hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur havt eitt heilt ár eyka at arbeitt í, er ongin umsitingarætlan gjørd, uppskotið um veiðigjøld varð lagt fram aftur óviðgjørt “av fíggjarlógartekniskum orsøkum”. Eisini varð fýlst nógv á, at hóast broytingarnar, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp, bara er ein leinging av verandi veiðigjøldum og fiskidøgum, so hevur hann bíðað til dagin fyri, at Løgtingið skuldi í jólafrí, við at lagt tað fram. Og tá skuldi so víkjast frá øllum tíðarfreistum.

Fleiri tingfólk hildu fyri, at hátturin, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum arbeiðir uppá, er óvirðiligur og sømir seg ikki. At hann velur at bíða til seinastu løtu ger, at tingfólk ikki fáa neyðugu tíðina til at viðgera veiðigjøldini. Hinvegin vildi Løgtingið ikki víkja frá øllum tíðarfreistum í málinum um fiskidagar, so har er líkt til, at fiskidagar fáa eina ávísa viðgerð, hóast skotbráið framvegis er sera stutt. Nógvar atfinningar vóru av veiðigjøldunum, serliga at Løgtingið ikki slapp at regulera satsirnar.

Samgongan eftirlýsti, at andstøðutinglimir vístu størri samstarvsvilja, og tóku eitt tak saman við teimum. Til tað svaraði ein tinglimur, at hvørki fiskimenninir ella fiskivinnan vildu vita av nýskipanini hjá fiskimálaráðharranum, og tí var mótstøðan í grundini ikki bara andstøðan, men øll vinnan, sum tað gongur út yvir. Forkvinnan í vinnunevndini endurtók hetta við at gera ein nýggjan leist, har fleiri flokkar vóru við, men sum heild var ongin vælvild at finna hjá andstøðuni.

Samanumtikið er líkt til, at fiskivinnunýskipanin er sett í bakk-gear. Kvoturnar eru sleptar, veiðigjøldini eru slept, fiskidagarnir halda fram, kanska enntá óbroyttir, og ongin veit frá økisfriðingunum ella menningarkvotunum at siga, annað enn at onkur teirra longu er bakkað aftur. Uppboðssølan av 15% er sostatt einasta leivdin, sum er eftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap