Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur fingið svar frá Sirið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.12.2018 - 17:02 Politikkur Tíðindaskriv

Svar
 

upp á

 

§ 52a fyrispurning frá tingmanninum Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, løgtingsmál nr. 40/2018: Fyrispurningur um avgerðina og vantandi grundgevingarnar fyri ikki at taka upp samstarv við Novo Nordisk grunnin  um diabetesmiðstøð í Føroyum
 

 

Fyrispurningur

 

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

 

1.     Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at Heilsumálaráðið sýtti fyri at taka samstarv upp við Novo Nordisk grunnin um diabetesmiðstøð í Føroyum? Og hvør hevur tikið avgerð um hetta?

 

2.     Hví setti Heilsumálaráðið seg ikki í samband við Diabetesfelagið?

 

3.     Hvørja ávirkan hevur avgerðin fyri diabetessjúklingar í Føroyum?

 

4.     Metir landsstýrismaðurin, at umstøðurnar hjá diabetessjúklingum eru nøktandi?

 

5.     Um so varð, at ein diabetesmiðstøð varð sett upp í Føroyum, hvussu nógv nýggj arbeiðspláss høvdu verið skapt?

 

 

Svar

 

1.     Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at Heilsumálaráðið sýtti fyri at taka samstarv upp við Novo Nordisk grunnin um diabetesmiðstøð í Føroyum? Og hvør hevur tikið avgerð um hetta?

Fyrst av øllum fari eg at rætta eitt mistak, sum hevur tikið seg upp í hesum málinum. Eg havi ikki sýtt fyri at fara undir eitt samstarv við Novo Nordisk Fonden. Men eg havi heitt á Heilsu- og innlendismálaráðið um at boða Novo Nordisk Fonden frá, at stjórnarráðið ikki arbeiðir við hesum málinum í løtuni.

 

Eg kann leggja afturat, at eg haldi, at málið um eitt møguligt samstarv millum Novo Nordisk Fonden og føroyska heilsuverkið hevur við sær eina røð av prinsipiellum og etiskum spurningum, sum vit ikki hava svar uppá í løtuni. Fyrr enn hetta er gjørt, haldið eg ikki, at málið er búgvið til støðutakan. Við støði í hesum haldi eg tí, at tað er skilabest, at málið fær eina neyva politiska viðgerð, áðrenn støða kann verða tikin hesum viðvíkjandi.

2.     Hví setti Heilsumálaráðið seg ikki í samband við Diabetesfelagið?

Orsøkin til, at eg ikki setti meg í samband við Diabetesfelag Føroya, áðrenn skrivið varð sent til Novo Nordisk Fonden er, at málið er ikki búgvið til tess í løtuni. Hetta kemst av, at eg haldi, at fyrispurningurin frá Novo Nordisk Fonden hevur við sær eina røð av prinsipiellum og etiskum spurningum, sum vit ikki hava svar uppá. Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit fáa viðgjørt hesar spurningar bæði væl og virðiliga. Fyrr enn hetta er gjørt, haldið er ikki, at málið er búgvið til støðutakan.

 

3.     Hvørja ávirkan hevur avgerðin fyri diabetessjúklingar í Føroyum?

Tey, sum hava diabetes, fara framhaldandi at fáa tilboð um øll tey viðgerðartilboð, sum verða veitt teimum í føroyska heilsuverkinum.

 

Harumframt verður arbeitt við at betra um viðgerðartilboðini til persónar við diabetes. Tá tað snýr seg um diabetesviðgerð, er ein av avbjóðingunum hjá okkum at fáa sett øll tilmælini í Diabetesheildarætlanini fyri Føroyar í verk.

 

Nøkur av tilmælunum eru sett í verk. Fleiri av hinum tilmælunum snúgva seg um, at diabetesviðgerð skal fara fram í primera heilsugeiranum (t.v.s. tí partinum av heilsuverkinum, sum liggur uttanfyri sjúkrahúsverkið) heldur enn innan sjúkrahúsverkið. Men ein fortreyt fyri, at vit kunnu fremja hetta í verki, er, at hesin parturin av heilsuverkinum verður uppraðfestur og mentur samsvarandi nýggju uppgávunum. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at vit eru farin undir arbeiðið at menna og nútímansgera tann primera heilsugeiran (sí svar til spurning nr. 5). Tá diabetesviðgerðin, í størri mun enn nú, fer at kunna fara fram á heilsudeplunum í nærumhvørvinum hjá borgarunum, fer hetta at vera eitt stórt framstig fyri sjúklingar við diabetes – umframt, at hetta eisini fer at verða eitt stórt framstig hjá t.d. sjúklingum við varandi sjúkum og sjúklingum sum heild.

 

4.     Metir landsstýrismaðurin, at umstøðurnar hjá diabetessjúklingum eru nøktandi?

Í 2013 gjørdi ein bólkur, mannaður við umboðum fyri m.a. Diabetesfelag Føroya og viðkomandi heilsustarvsfólk, eina Diabetesheildarætlan fyri Føroyar (sum er umrødd í svarinum til spurning nr. 3). Sambært Diabetesheildarætlanini fáa tey, sum hava diabetes týpu 1, eitt nøktandi tilboð. Meðan støðan hjá teimum við diabetes týpu 2 er ymisk. Við støði í hesum og teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman, orðaði arbeiðsbólkurin, sum gjørdi Diabetesheildarætlanina 18 tilmælir, sum tey mæla til at seta í verk. Víst varð á, at við at seta hesi tilmæli í verk, fer at bera til at veita sjúklingum við diabetes eina dygdargóða diabetesviðgerð kring alt landið.

 

Eg haldi, at tað er av størsta týdningi, at allir sjúklingar fáa eina dygdargóða viðgerð. Hetta er bæði galdandi fyri sjúklingar við diabetes, sjúklingar við varandi sjúkum og sjúklingar sum heild. Eg haldi, at tað er trupult at svara upp á, nær umstøðurnar hjá einum sjúklingabólki eru nøktandi. Hetta kemst av, at viðgerðarhættir og tøkni broytast og betrast støðugt, og tí kann tað, sum vit gera í dag, ikki vera nøktandi í framtíðini. Tískil mugu viðgerðartilboðini, sum vit veita okkara sjúklingum, støðugt tillagast. Sí eisini svar til spurning nr. 3.

 

5.     Um so varð, at ein diabetesmiðstøð varð sett upp í Føroyum, hvussu nógv nýggj arbeiðspláss høvdu verið skapt?

Tað samskiftið, sum hevur verið millum Novo Nordisk Fonden og Heilsu- og innlendismálaráðið hevur snúð seg um, hvørt tað var áhugi fyri at fara undir eitt møguligt komandi samstarv partanna millum.

 

Hinvegin kann eg upplýsa, at tað verður arbeitt við at menna og nútímansgera tann primera heilsugeiran. Hetta arbeiðið verður skipað í stigum. Fyrsta stigið er at broyta lógina um kommunulæknaskipanina, so landið yvirtekur tær skyldur, sum kommunurnar hava á hesum økinum. Eftir ætlan fari eg at leggja eitt lógaruppskot hesum viðvíkjandi fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, sum skal koma í gildi 1. januar 2020.

 

Tá hetta er gjørt, ber til at fara undir at skipa heilsuøkir við heilsudeplum kring landið. Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran. Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við m.a. diabetes, varandi sjúkum og til eldri skal kunna fara fram í heilsudeplunum. Í Heilsunýskipanini (Frágreiðing til aðalorðaskifti um Heilsunýskipan) verður m.a. mælt til, at diabetesviðgerð skal fara fram í primera geiranum, so viðgerðin kann veitast hesum borgarum í nærumhvørvinum hjá teimum, t.v.s. á heilsudeplum kring landið. Hesin parturin av heilsuverkinum skal síðani uppraðfestast munandi til tess at klára at røkja nýggju uppgávurnar. Sum ein avleiðing av hesum fer tørvur at verða á at seta heilsustarvsfólk í starv kring landið.

 

At skipa viðgerðartilboð í heilsudeplum kring landið er eisini í samsvari við tey mongu álitini, [1] sum eru gjørd seinnu árini um at betra viðgerðartilboð innan heilsuverkið.

 

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 13. desember 2018

 

Sirið Stenberg

Landsstýriskvinna



[1] Heilsutænastur í Norðurøkinum (2015); Frágreiðing til aðalorðaskifti um Heilsunýskipan (2013); Diabetesheildarætlan fyri Føroyar (2013); Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur Føroyar (2015); Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið (2016); Heilivágsgjøgnumgongd (2017); Psykiatriálit (2018) og Virkisætlan fyri mótstøðuføri móti antibiotika í heilsuverkinum í Føroyum (2018).

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…