Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan er týðuliga á veg fram í føroyskum kvinnuhondbólti

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.12.2018 - 19:09 Ítrottur Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað heldur Per Klarup, 57 ára gamli venjarin hjá Stjørnuni seinastu hálvt triða árið. Eg eri ikki komin til Føroya at styrkja mitt umdømi sum hondbóltsvenjari, men harafturímóti tí eg havi hildið meg kunna geva leikarunum í Stjørnuni nakað um hondbólt og hondbóltstev. Tað metti eg, tá eg á sinni fyrstu ferð var í Føroyum og sá SMS deildina spæla.

Onki er at taka seg aftur í at Stjørnan var í djúpari kreppu tá nýggja nevndin í felagnum gjørdi av at fara undir at leita sær eftir venjara til allar deildir í felagnum.

Í fulltíðarstarv hjá Stjørnuni

Sáttmáli varð gjørdur við 55 ára gamla Per Klarup í 2016. Síðani hevur hann verið venjari felagsins og hevur tikið sær av øllum deildum í hondbóltsfelagnum. Per hevur sostatt havt fulltíðararbeiði hjá Stjørnuni hann hevur vant 7 aldursbólkar, úr U6 upp í SMS deildina har fremsta kvinnuliðið leikar.

—-

Eg havi trivist sera væl í arbeiðinum her, sigur ein altíð fryntligur og fyrikomandi Per Klarup, nú vit báðir hava sett okkum niður á Norðlýsinum við einum kaffimunni.

Áður havi eg sagt frá her í Norðlýsinum, hvaðani eg komi og hvørjar royndir eg havi í hondbólti, sum fyrrverandi leikari og venjari, so tað skulu vit báðir ikki práta um.

Tú flytur einki einsamallur

Eg spyrjið venjaran, um hann hevur flutt Stjørnuna nakað. - Tað var ein spennandi avbjóðing, sum eg fór undir tá eg undirskrivaði sáttmála við Stjørnuna. Eg haldi, at í hesi skjótt trý árini hava vit flutt okkum nógv. Tað er so, at ein venjari flytur onki einsamallur. Um ikki leikarar og serliga kringumstøður og netverkið hjá felagnum spælir við, so henda ongi framstig.

Netverkið hjá Stjørnuni hevur virka sera væl, koyring við børnunum, kaffi, at baka og at hava hugnaligar løtur saman hevur gingið beistaliga væl.

Yngru deildirnar eru nú væl við

Skal eg gera eitt sindur upp frá mínum sjónarkróki, so síggi eg eitt nógv broytt ítróttarfelag í Stjørnuni. Ungdómsdeildirnar koyra væl, eg havi vant børn líka frá U6 og upp eftir og nógv tilgongd av leikarum hevur verið hesi árini. Afturat tí, so hevur Stjørnan álvarsliga gjørt seg galdandi í kappingum í yngru deildunum.

Tørvur á meira venjing

Tosað vit um SMS deildina, so hevur avbjóðingin verið stór her. Vit eru eitt vet aftanfyri hini liðini í konditión og styrki. Skulu vit gera okkum galdandi í toppinum í SMS deildini, so mugu vit hugsa hondbólt alt árið. Kappingin er hørð og tað er neyðugt, tá kappingarárið er liðugt, at spælararnir eftir stuttan steðg, aftur fara til styrkis og rennivenjingar í summarhálvuni frá mai til august. Hetta er upp til leikararnar og krevur samanhald, soleiðis at leikararnir stuðla hvør øðrum í at møta upp til persónligar venjingar tá kappingin liggur still. Kappingin er liðug seint í apríl, og nóg mikið er við einum steðgi upp á 14 dagar ella so, síðani eigur ein miðvís venjing aftur at byrja.

Fleiri vilja spæla hondbólt

Tá vit báðir seinast tosaðu, nevndi eg fyri tær um fjallið, ið Stjørnan skuldi flyta seg upp eftir. - Eg má siga, at eg eri sera glaður um, at felagið hevur flutt seg langt. Til venjingar hjá SMS deildini eru nú 15-20 leikarar í meðan tað ikki var meira enn nóg mikið til eitt lið ella so, tá eg byrjaði. Í dag gevur SMS deildin øllum mótstøðuliðum dygga kapping, sjálvt um tað hevur gingið striltið við at koma upp eftir stigatalvuni.

At keypa leikarar

Til tað seinasta er at siga, at tað hevur altíð verið mín hugburður, at best er ikki at keypa leikarar, men heldur at uppbyggja sína egnu føðiketu av leikarum. Tí hava vit gjørt nógv við venjingarnar og sosiala partin av yngru deildunum. Hetta hevur havt við sær, at vit nú byrja at síggja, at yngri leikarar banka uppá til SMS deildina.

Samansetingin av leikarunum í SMS deildini hevur verið so, at ein kundi ynskt eina betri blanding av yngri og eldri leikarum. Hesum hevur saknur verið í, men nú leikarar, ið eru á veg upp í gjøgnum yngru deildirnar og banka upp á SMS deildina og vit byrja at fáa royndar lokalar leikarar, sær hugaligt út fyri framtíðini. Eg haldi, at vit í Stjørnuni hava flutt okkum nógv, serstakliga tá vit tosa um tekniskan hondbólt. Á hesum økinum haldi eg at føroyskur hondbóltur manglar í og so nógv.

Rættari at skapa egna føðiketu

Sjálvandi, at keypa styrk uttanífrá er ein avgerð, ið nevndin í felagnum umsitur. Sjálvur haldi eg at tað er rættari at skapa sína egnu føðiketu at leikarum. Um tú fært leikarar upp í SMS deildina, ið hava leikt hondbólt síðani tey vóru 6 ár gomul, so fært tú væl kvalifiseraðar leikarar. Hinvegin er ofta vandi við leikarum, tú keypir, at teir fyrst og fremst hugsa um seg sjálvar og sítt søluvirði.

Um tú keypir spælara sum skjýtur nógv mál, so mást tú eisini fylgja við í, hvussu nógv skot hann brúkar, tí brúkar hann nógv skot, sum fara fyri einki, ja, so er hann ein dýrur spælari og tað hava vit ofta sæð niðri í Danmark, har eg havi mínar royndir. Úrslitið hevur minni enn so altíð verið gott. Harafturat upptaka keyptir leikarar plássini hjá teim, ið koma upp í lokalu føðiketuni.

Raluca Nagy

Oliver, so kanst tú spyrja, hví hava keypt Raluca Nagy. Jú,  gaman í, trupulleikin var, at vit høvdu bert ein málmann, men síðani hava vit havt tilgongd av tveimum málmonnum, so í dag hava vit eitt luksus problem í so máta.

Raluca hevur verið ein fyrimyndarligur viðspælari í øllum vit hava gjørt. Hon hevur havt ein fantastiskan týdning fyri Stjørnuna, bæði á vøllinum og í kringumstøðunum. Kappingin við hini liðini í SMS deildini hevur verið so tøtt, at fingu vit bara nøkur fá mál meir og lótu vit bara nøkur fá mál færri inn, so lógu vit ovast uppi í SMS deildini.

 


Ein sera týðandi leikari

At vit máttu vera Jansy fyri uttan, orsakað av barnsburði, var óheppið, tí hon er ein ótrúligur leikari. Hon er sterk og harafturat ein góður vinstrahonds skjútti og hevur ómetaliga stóran týdning fyri liðið. Tað er altíð so, at tað eru ein, ella við hvørt tveir leikarar, sum eitt hondbóltslið ikki kann vera fyri uttan. Um vit taka danska manslandsliðið sum dømi, so sært tú, at liðið illa kann vera Mikkel Hansen fyri uttan. Ein líka týdningarmikil leikari er Jansy fyri Stjørnuna.

Vit ganga niðan brekkuna

Frameftir, so haldi eg at Stjørnan er væl á veg upp eftir fjallastíðuni. Um SMS liðið er at siga, at vit hava staði meira í stað í ár, enn ætlanin var. Ella kann eg siga, at vit eru ikki komin upp har vit ætlaðu. Vit mangla at spælararnir geva tað seinasta tá á stendur. Ella tá tað byrjar at pína í vøddunum, at leikararnir tá alíkavæl geva tað síðsta. Annars hava vit flutt okkum langt í hinum deildunum. Tilgongdin hevur verið stór av gentum í lægru deildunum eisini, sum hava hug at spæla hondbólt og tað er hugaligt. Lægstu deildirnar hava ikki endiliga sum mál at vinna dystir, heldur verður dentur lagdur á frálæru og at genturnar skulu halda at tað er stuttligt at spæla hondbólt. Tá vit so koma upp í gentur 14 og longur upp, so byrjar kappingarelementið at gerast meira týðuligt.

Samanumtikið eri eg nøgdur, tí tað gongur støðugt framá hjá Stjørnuni og heldur gongdin fram eini tvey trý ár afturat so ivist eg ikki í at felagið fer at liggja millum fremstu hondbóltsfeløgini í Føroyum, sigur Per Klarup at enda, nú beint áðrenn hann fer til Danmarkar í jólafrí. Hann biður okkum eisini ynskja øllum eini góð og gleðilig jól.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja