Lýsing
Lýsing
Lýsing

歓迎

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  28.12.2018 - 09:46 Ítrottur Lesarabrøv

Eg havi ongantíð enn havt ella kent ein fótbóltsvenjara, sum ikki altíð hevur úttikið bestu leikararnar til fremsta lið!

Men tá eg sjálvur spældi var eg mangan skuffaður, tá annar leikari varð valdur fram um meg.

Tá vóru eittans hyggjuráð at taka, at halda pannuna høgt og spýta í lógvarnar til boð aftur vóru eftir einum! 

Í dag hoyri eg fólk tosa um, at menn ætlað at skifta felag, tí at teir ikki eru á dagsins lista hjá venjaranum? 

Men vit vóru kanska ørvísi uppældir.

Minnist eg sæt á skúlabeinki og bíðaði og bíðaði til tað ringdi út og so kapprenningina millum smádreingirnar, at koma yvir til Kí høllina fyri at síggja hvør var á listanum, sum hekk á hurðini við nøvnum á teimum, sum spæla skuldi tað vikuskifti.

Og skuffilsið var størt tá ein varð settur á B ella C liðið, men størri var fagnaðurin tá navnið stóð skrivað á Listanum hjá A liðinum!!!

Í dag tykist mær sum at øll børn skullu verða á A liðnum, tí eingin má verða fyri mismuni. Hettar ljóðar mikið gott, men eg ivist tó um hetta er so gott í grundini. Hvat ger ein slíkur hugburður við heil ættarlið av fótbóltsleikarum?

Eg veit væl at móðurhjarta bløðir tá sonurin ella dótturin ikki far spælitíð. Men gagnar tað nøkrum, at kappingar elementi verður tikið úr fótbóltinum og vit skelda venjaran, tí sonur ella dóttur ikki er á listanum?

Eg eri meira sannførdur enn nakrantíð, at vit eiga at stimbra góðan ítróttaranda og sunnan kappingarhug eisini hjá ungdómum!

Minnist væl hvussu spentir vit leikarar vóru at møta til venjing tá vit frættu at ein nýggjur drongur ella maður var komin til felagið. Og eg minnist hvussu nógv meira vit spentu okkum fyri til venjing, fyri at vísa venjara og okkum sjálvum, at vit vóru betri enn hann. Og sum tíðin gekk vóru nýggj vinabond knýtt.

Skal kappingin verða gagnlig krevur tað rættan kappingarhug og mín spurningur er um rættur kappingarandi er til staðar um ein kennir seg hóttan tá ein nýggjur leikari kemur til býin?

Fái meg ikki at trúgva at nakar KÍari kennir seg hóttan, men kenni eg dreingirnar rætt er kappingarneistin kveiktur og teir kenna blóðrús á varrunum. 

Nú má hesin teksturin ikki skiljast sum eitt álop á teir leikarar, sum av einhvørjari orsøk skifta millum feløg. Men ein áminning til okkum at taka væl ímóti teimum sum koma til felagið og síggja hvat teir hava at geva okkum.

Øllum fótbóltsleikarum verður ynskt eitt fantastiskt 2019!


Koyr á KÍ!!!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…