Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lágtrýstið er nú spátt at koma eitt sindur nærri Føroyum, enn áður er skrivað. Tí kann meira vindur væntast, enn áður er skrivað. | Mynd: www.vaga.fo

Veðrið gamlaárskvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.12.2018 - 12:16 Tíðindi Veðrið

Tað er trupult at spáa um veðrið til nýggjárið hesaferð. Mátingar verða allatíðina gjørdar, og nýggjar forsagnir skrivaðar. Lágtrýstið, sum er avgerandi fyri veðrið ársins seinasta dag, kemur nær Føroyum, og bert lítil skal tí til fyri at tað, sum áður er skrivað, kortini ikki verður so.

Lágtrýstið fer eftir øllum at døma at koma eitt sindur nærri okkum, enn áður er mett, og tí fer at vera meiri vindur enn skrivað var á midnátt.

Leypa vit dagin í dag um og fara beint til morgindagin, so verður vindur allan dagin.

Fyrrapartin er vindferðin úr 15 til 20 m/s úr útsynningi. Eitt regnumráði kemur framvið fyrrapartin, men á døgurða er tað farið framvið, og so er turt.

Eitt sindur út á seinnapartin fer vindurin at veksa. Klokkan 17 eru 18 til 23 m/s – tó 20 til 25 m/s sunnanfjørðs. Hvirlurnar er sjálvandi væl harðari.

Eitt regnumráði kemur framvið seint seinnapartin, og eftir at tað er farið fram við Føroyum, fer ættin upp í útnyrðing. Hetta verður umleið klokkan 17-18.  

Eftir klokkan 20 fer vindurin at minka spakuliga. Á midnátt er vindferðin komin niður í 15 til 20 m/s norðanfjørðs og 18 til 23 m/s sunnanfjørðs.  

Enn einaferð, so sær soleiðis út í løtuni, og – enn einaferð – tað kann enn broytast.

Seinastu tíðindini
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina