Nýggjársstormurin – veðrið í dag
Dagført klokkan 22.10
Klokkan 22.10
Miðjan á lágtýstinum er nú statt yvir Vestfjørðinum í Norra. Tað ringasta er nú farið av tí ringa veðrinum á hesum sinni.
Hann hevur ligið av útnyrðingi í nakrar tímar nú, og soleiðis verður til einaferð í annaðkvøld.
Vindferðin fyri alt landið er 13 til 18 m/s - tað er sostatt minkað einar 5 m/s í miðalvindinum seinastu 5 tímarnar.
Nú tveir tímar eru eftir til midnátt kann væntast, at tað minkar enn eitt vet - niður í 10 til 15 m/s - í støðum. Onkrasteðs fara tey at hava eitt sindur meira vind á midnátt.
Hetta sama lágtrýst hevur illveður við sær til normenn í kvøld og í nátt.
Gott nýggjár.
Klokkan 20.35
Nú er trýstið í miðjuni á lágtýstinum farið eitt sindur upp. Tað er 984hPa í løtuni. Nærmasta støð í Føroyum er tann í Fugloy, har er trýstið eisini farið at ganga upp.
Miðalvindurin fyri Føroyar er enn 15 til 20 m/s, men ein minkandi tensur er at síggja.
Minkingin fer at halda fram alt kvøldið og í nátt, men hon er ikki skjót.
Klokkan 19.15:
Lágtrýstið er farið eitt stórt vet ímóti Lofoten. Trýstið í miðjuni er enn 980hPa. Í Føroyum eru barometrini farin at ganga upp.
Nú er útnyrðingur - miðalvindferðin kring landið er 15 til 20 m/s. Líkaso ójavnt sum fyrr í dag, so er alt líka ójavnt at lesa í kvøld. Við Ørðaskarð í Suðuroy eru bert 8 m/s í løtuni; í Lamba ríva tekjur av seyðhúsunum.
Teir nærstu tímarnar fer at minka, men ikki serliga nógv.
Økið við tí ringa veðrinum er farið eystur um Føroyar. Tann ringasti vindurin hevur verið. Tó er ymiskt, hvussu ættirnar fara við sær kring landið.
Á midnátt eru 15 til 20 m/s ella 18 til 23 m/s í staðnum tú ert!
Soleiðis sær út nú.
Klokkan 16.15:
Lágtrýstið er næstan í sama stað - trýstið enn 980hPa í miðjuni. Barometrið vísir enn tað sama sum fyri tveimum tímum síðan.
Ættin er nú lág vesturætt - vindferðin 18 - 23 m/s - enn ójavnt at lesa um vindin kring landið.
Regn nærkast Føroyum norðanífrá - tað fer at regna um eina løtu.
Økið við mesta vindinum er enn eitt sindur norðan fyri Føroyar
Um ein tíma ella so fer ættin at flyta seg upp ímóti útnyrðingi.
Vit eru í mesta vindinum nú.
Klokkan 14.20:
Lágtrýstið er miðskeiðis ímillum Ísland og Norra – trýstið í miðjuni er 980hPa - er ikki fallið í nakrar tímar.
Ættin er høgur útsynningur – vindferðin er í miðal 15 – 20 m/s.
Vindmátarar Landsverks siga frá ógvuliga ójøvnum vindi. 7 m/s í Runavík; 27 m/s á Porkerishálsi.
Norðan fyri Føroyar er ódn í miðalvindinum – t.e. meiri enn 32 m/s
Næstu løtuna rekur lágtrýstið nærri Norra, og økið við tí mesta vindinum fer at koma nærri Føroyum norðanífrá.