Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú er at smíða...

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.01.2019 - 22:47 Mentan Tíðindi

Nýggjársrøðan, ið Hallur Hansen helt í Gulu Smiðju í Saltangará gamlaárskvøld 2018

Góðu áhoyrarar.

 

Jólini eru farin afturum, og hjá teimum flestu gingu jólini, sum tey plaga. Allur desember mánaði og serliga seinastu dagarnir fram til jóla gingu helst eisini sum teir plaga. Eitt sum er líka víst sum tað, at jólaaftan er 24. desember, á hvørjum ári, er tað at kvinnurnar fara upp at gartera. Nógv skal ganga upp: Allar jólagávurnar, allur maturin og hvør skal eta hvar. Og tað er konan, sum er stjóri fyri øllum hesum. Men lat meg líka viðmerkja, at tað eru vit menn glaðir fyri. Konan rennur runt til tað síðsta fyri at fáa alt uppá pláss, og viðhvørt fær hon mannin við til handils. Kemur ein kona inn í ein klædnahandil, so ganga bara fá sekund, so hevur hon skannað allan handilin: Har er ein deilig blusa, har eru einir penir skógvar, ein fínur jakki hongur har. Er maðurin við, so er tað fyrsta hann ger, at hyggja seg um, hvar ið hann kann seta seg niður.

 

Menn fara í jólaferiu, teir hava onga ætlan um nakað sum helst, teir ætla bara at slappa av. Men mongum brestir ætlan…. kanska gott tað sama; tí við jólunum er tað sum við øllum øðrum: Tað ræður um at verða væl fyrireikaður.

 

---

 

Hvar fór 2018? Tann spurningin eru tað helst nógv, ið seta sær í hesi løtu og hesum døgum, nú vit biðja farna árinum farvæl og nýggja árinum vælkomnum. Børnini ótolnast og halda, at tíðin mangan gongur alt ov seint, meðan árini hjá teimum vaksnu bara blíva burtur í tíðartokuni.  

 

Um ársskiftið líta vit aftureftir, og minnast hvat vit hava upplivað farna árið. Fleiri kundu helst hugsað sær, at tíðin varð nýtt øðrvísi; at tey vóru meiri saman við sínum kæru og brúktu minni tíð til arbeiði ella okkurt annað. Men tað er sum við at leggja av at roykja – tað  er ongantíð ov seint. Um onkur hevur ringa samvitsku av onkrum í 2018, so kann bøtast um tað í 2019.

 

Í farna ári hava ávísar hendingar fylt meiri enn aðrar í tíðindunum. Sjálvt um tað tykist, sum vit bert hugsa um okkum sjálvi og samanhaldið millum menniskju minkar í takt við, at vit gerast materielt ríkari ár eftir ár, so eru dømi um hendingar ella vanlukkur, sum fáa okkum at hava samkenslu við teimum, ið eru rakt. Í 2001 var tað til dømis álopið á World Trade Center í USA.

 

Í summar vóru tað teir 12 tailendsku drongirnir og venjari teirra, sum vórðu innistongdir í Tham Luang holuni í norðara partinum av Tailandi í 17 dagar, sum vóru høvuðstíðindi um allan heimin í meiri enn tríggjar vikur.

 

Eftir at fótbóltsvenjingin var liðug, hin 23. juni, fóru teir 12 dreingirnir og venjari teirra, sum so ofta fyrr, inn í holuna, ið er tilsamans 10 kilometrar djúp. Tá teir vórðu komnir okkurt um fýra kilometrar inn í holuna, fór at regna av grimd, vatnið fossaði inn í holuna, og ógjørligt var hjá teimum at sleppa út. Regntíðin byrjar ikki fyrr enn í juli, so tað átti ikki at verið vandi fyri vatnflóð í juni. Teir høvdu verið innistongdir í 10 dagar, áðrenn bretskir kavarar megnaðu at vinna vegin fram til teirra og har staðfesta, at allir vóru á lívi. 8. juli varð eitt umfatandi bjargingararbeiði sett í verk, og tríggjar dagar seinni vórðu allir bjargaðir.

 

---

 

Av heimligum hendingum fylti vitjanin hjá krúnprinsafamiljuni nógv í fjølmiðlunum í Føroyum og í Danmark - og enntá eisini í øðrum londum, har royalar søgur eru høgt í metum. Skráin fyri vitjanina var sera tøtt, tí frá hósmorgni 23. august til seinnapartin sunnudagin 26. august vitjaðu tey 11 býir og bygdir í Føroyum. Nógvar røður vóru hildnar við rósandi orðum báðar vegir. Nógvir føroyingar leggja ikki stórvegis í eina kongaliga vitjan úr Danmark. Men nú viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru sum tey eru, so fáa vit fína vitjan av og á, og eiga vit sjálvandi at taka væl ímóti kongaligu gestunum. Tó hevði mær dámt betri, um hesar vitjanir vóru millum tvær tjóðir á jøvnum føti innan alt ov leingi.

 

---

 

Ein av lokalu merkisdøgunum var 30. mai. Tá varð nýggja bryggjan undir Høgabóli handað kommununi. Á ein hátt kunnu vit siga, at hetta var 80 ár ov seint. Sum borgarstjórin eisini nevndi í røðuni hendan dagin, so var tað Símun á Høgabóli, ið gekk undan at fáa bygt eitt havnarlag í Saltangará og í Runavík.

 

Miðskeiðis í tríatiárunum boðaði Símun á Høgabóli til almennan fund, har hann saman við løgtings-verkfrøðinginum legði fram ætlanir um eina komandi havnabygging, sum skuldi verða til gagns fyri alt Føroya land. Verkfrøðingurin mælti til at byrja byggingina soleiðis, at ein verjugarður varð gjørdur móti høgættini nakað norðanfyri Høgaból. Atløgubryggjur kundu síðan verða bygdar fram við tí stóra og slætta lendinum.

 

Sóknarstýrisformaðurin, ið tá var, reistist og segði, at hann var hart ímóti, at nakað varð gjørt norðanfyri Høgaból, og hann tók soleiðis til: ”Um tit skera meg í túsund pettir og tveita tey yvir á miðfjørð, so gangi eg ikki við til, at nakað skal gerast norðanfyri Høgaból.”

 

Hendan søgan er enn eitt dømi um, at tað ikki altíð er lætt at ganga undan og at hava stórar ætlaninir. Men sum so mangan, so vísir eftirtíðin, at framskygni hjá politikarum, vinnulívsmonnum ella mentafólki var rætt, men at tíðin ikki var búgvin júst tá.

 

---

 

Nú eru vit eisini í eini broytingartíð, sum bókstaviliga fer at endavenda okkara býi – eins og tað hendi í Klaksvík fyri 12 árum síðan. Frá at hava høvuðsinnkoyringina til býin í norðara enda, fer stórur partur av ferðsluni at koma og fara sunnaneftir úr Rókini. Men eru vit nóg væl fyrireikað at taka ímóti størstu broytingini í hesum økinum og kanska í øllum Føroyum í mong ár? 

 

Mær dámdi sera væl ætlanirnar, sum kommunan legði fram um innkomuvegin frá Skálafjarðartunlinum og um nýggja miðbýin á borgarafundinum í Løkshøll seint í summar. At ganga undan og vísa á loysnir, sum skapa møguleikar og trivna er ein av fremstu uppgávunum hjá einum býráð, og tað er at vóna, at komandi býráðspolitikarar fara at halda somu kós og røkka best møguliga úrslitinum. Smíðast má, meðan jarnið er heitt....

 

Onnur øki í Føroyum hava verið fyri líknandi broytingum, tá fyrst Vágatunnilin og síðan Norðoyatunnilin vóru tiknir í nýtslu. So vit hava longu nakrar royndir – bæði góðar og minni góðar – sum kunnu brúkast, so vit klára at handafara broytingina og brúka hana til frama fyri okkum øll.

 

Flaggdagin 25. apríl 2005 – tað vil siga júst eitt ár fyri, at Norðoyatunnilin varð tikin í nýtslu – var grein í Dimmalætting um komandi fasta sambandið um Lorvíksfjørð. Har stóð at lesa:

 

Í Klaksvík verður dúgliga spátt, hvat fer at henda, tá ið fast samband verður um Leirvíksfjørð um eitt gott ár. 

 

Summi vænta, at meginøkið fer at draga til sín, og onnur vænta, at fasta sambandið fer at styrkja Norðuroyggjar, sum tá verða knýttar upp i meginøkið.


Danski journalisturin Georg Metz varð boðin til Klaksvíkar at halda fyrilestur, og hann kom tá inn á henda spurning. Hann bar hetta saman við, tá ið Stórabeltsbrúgvin kom. Royndirnar í Danmark vóru, at teir býirnir, sum lótu standa til, mistu orsakað av sambandinum, men so vóru tað aðrir býir, ið styrktust, tí teir løgdu alla orku í at gera býirnar til spennandi støð at búgva í.


Ráðini hjá Georg Metz vóru at pumpa pening í mentanarlív, fáa nógv vertshús og soleiðis fáa lív í býin. Bara arbeiði er ikki nóg mikið til at geva fólki hug at búseta seg í einum býi, segði hann.

 

---

 

Í ár eru 30 ár síðan eg flutti til Saltangará at búgva. Nógv er broytt hesi tríati árini. Øll tey gomlu, ið tá vóru at síggja í okkara grannalagi eru fallin frá. Teirra ættarlið legði lunnar undir tað samfelag, sum vit halda fram at útbyggja. Ungar familjur seta búgv og skapa lív og virksemi í grannalagnum og í býnum. Hetta er lívsins gongd, og soleiðis skal tað eisini verða.

 

Heimurin minkar alsamt, verður sagt. Vit ferðast sum ongantíð áður, og 2019 sær ikki út til at gerast nakað undantak. Um tríggjar vikur fara vit – eini 25 fólk í alt – til Etiopia, har dóttir okkara skal giftast við einum ungum manni úr Etiopia. Tey møttust í New Zealandi, har hon var skiftisnæmingur, og har hann hevur búð, síðan hann var stórur smádrongur.

 

Vit hava vitjað tey í New Zealandi og hava eisini vitjað hansara familju í Etiopia saman við teimum báðum. Mentanin og lívskorini í New Zealandi líkjast nógv Norðurlondum. Samanborið við Føroyar, er Etiopia ein heilt onnur verð. Eitt ótrúliga spennandi og vakurt land við vinarligum fólki.

 

Í mínum starvi í byggivinnuni arbeiði eg saman við monnum úr fleiri londum, sum eru komnir til Føroya at arbeiða í eitt tíðarskeið. Nógvir eru raskir og dugnaligir, meðan aðrir ikki verða bidnir aftur. Í so máta einki øðrvísi enn føroyingar. Vit mugu góðtaka onnur menniskju sum tey eru og allatíðina royna at fáa tað besta burturúr.

 

Júst henda hugsan lá fremst í huganum hjá kenda danska vallaranum Troels Kløvedal, sum doyði tollaksmessudag. Við báti sínum Nordkaperen sigldi hann fleiri ferðir kring knøttin, umframt at hann gjørdi styttri og longri túrar í fjarskotnum londum. Kløvedal byrjaði tíðliga at gera sjónvarpssendingar og skriva bøkur um sínar ferðir. Á ferðum sínum hitti hann - sum verða man - eina rúgvu av ymiskum fólkum og ymiskum fólkasløgum. Í einum viðtali við ein tíðindamann segði Troels Kløvedal fyri fáum árum síðan, at tað týdningarmesta fyri øll fólk er næstrakærleikin. Og við at taka væl ímóti øðrum menniskjum og øðrum mentanum víðka vit okkara sjónarring og síggja, hvat ið hevur týdning í tilveruni.

 

---

 

So, samanumtikið ræður um smíða meðan jarnið er heitt og fáa tað besta burturúr. Eg ynski tykkum øllum eitt gott nýggjár og bestu eydnu í komandi ári.

 

Takk fyri!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja