Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kenni ikki nakað førdømi um slík stuðulstiltøk til privatan vinnurekandi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.01.2019 - 18:31 Politikkur Tíðindi

Spurningurin er eisini um ikki Klakksvíkar Kommuna hervið fer út um sítt kommunala mandat at umsita pening borgarans.

Bjørn á Heygum, advokatur, metur at málið har Klaksvíkar Kommuna hevur bundið seg til at stuðla einum einkultum persóni ella fela er so óvanligt at tað eigur at verða kanna av kommunala eftirlitsmyndugleikanum.


 
Tað kann í hesum føri staðfestast, at her er talan um alment skattafíggjaðan stuðul til útvaldan persón/fyritøku uttan útboð ella møguleika fyri onnur, at kunna gera seg galdandi.
 
Hetta er serdeilis óvanlig framferð í kommunalum høpi, tá vit ikki kenna nakað førdømi um slík stuðulstiltøk til privatan vinnurekandi.
 
Eisini fevnir stuðulin yvir eitt rættuliga langt áramál , og ikki minst lutfalsliga stórar upphæddir.
 
Hetta skeiklar eyðvitað kappingina í vinnuni til fyrimuns fyri tann, sum hevur atgongd til eitt so stórt skattafíggjað ískoyti til raksturin.
 
Órættur verður hervið framdur mótvegis øllum øðrum í somu vinnu við stuðli frá vanliga borgaranum í kommununi.
 
Spurningurin er um ikki ein beinleiðis lógarheimild krevst til vinnuligan stuðul av slíkum slag til einstaklingar/fyritøkur.
 
Spurningurin er eisini um ikki Klakksvíkar Kommuna hervið fer út um sítt kommunala mandat at umsita pening borgarans.
 
Í § 50 stk 2 í kommunulógini stendur klárt og týðuliga, at stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru.
 
Mett verður ikki, at slíkar serligar orsøkir eru til staðar í hesum føri, at hetta kann rættvísgera nevnda stuðul.
 
At virksemið hevur mentunarligt/siðsøguligt virði er ein so mikið diffus grundgeving, at hetta næstan altíð kann verða brúkt líkamikið hvat virksemi talan er um.
 
Málið eigur tískil at endurskoðast løgfrøðiliga, og møguliga leggjast fyri eftirlitsmyndugleikan til støðutakan
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…