Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gudrun Winther vart Ph.D. ritgerð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.01.2019 - 08:31 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Guðrun Winther vardi í gjár sína Ph.D. ritgerð, ”Early Life Programming of Brain and Behaviour” á Århus Universiteti.

Í stuttum snýr verkætlanin seg um, hvussu yvirvekt/fiti í móðurlívi kann ávirka metabolismuna og menningina av heilanum hjá barninum.

Evnini vóru m.a: yvirvekt, fiti, T2DM (sukursjúka), epigenitikkur, neuroinflammatión, strongd og djóraatferð.

Guðrun hevur í sambandi við granskingina verið knýtt at sálarsjúkrahúsinum í Risskov, TNU og hevur hennara vegleiðari verið Gregers Wegener, yvirlækni, professari MD, DMSc.

Aðrir vegleiðarar vóru Sten Lund, professari frá Århus Universitets sjúkrahúsi og Anders Lade Nielsen, professari frá Århus Universiteti.

Opponentar vóru Romain Barrés, professari frá Novo Nordisk – Foundation Center for Basic Metabolic Research og Vallo Volke, professari á Universitetinum í Tartu í Eystlandi.

Framløgan gekk væl og fekk Guðrun Winther bestu ummæli fyri ritgerðina. Gregers Wegener, professari og ráðgevi hevði eisini nógv rósandi orð at bera Guðrun og segði m.a. at granskingin hevði reist fleiri áhugaverdar spurningar og metti at granskingarverkætlanin við teimum ymsu spurningum hevði allýst grundleggjandi lívstílssjúkur, sum eru uppi í tíðini s.s. ovurfiti, sukursjúka, strongd og tunglyndi, ið gera um seg víða um í heiminum, og sum verkætlanin áhugavert lýsti, longu í móðurlívi kunnu vera við til at sniðgeva barnið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…