Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tankar bundnir inn í pløgg

SKRIVAÐ: Karolina Matras  |  14.01.2019 - 08:00 Poddar Mentan

Onkuntíð verður tikið til, at til ber at finna sín innara frið og koma í sjeynda himmal við at

binda. Hetta er kanska ov nógv avgjørt - eg kann taka undir við innara friðinum, men í sjeynda himmal eri eg ikki komin enn. Tað kundi annars verið deiligt :)

Kanska eri eg jarðbundin og kenni tí bert til tann friðin, sum tað at sita við stokkum gevur mær. Tí, tá eg bindi, hugsavni eg meg um tað, eg geri, og heilin ”hugsar” miðvíst um at binda og steingir úti aðrar hugsanir.

 
Tað, sum eg havi lagt til merkis er, at nógvir tankar verða ”lagdir niður” í plaggið, eg bindi. Ofta eru hesir tankar tengdir at persóninum, sum eg ætli skal fáa plaggið. Um plaggið er til mín sjálvs, eru tankarnir knýttir at tankaflogi um, hvussu eg vænti, at plaggið fer at rigga og í hvørjum høpi, eg ætli at brúka plaggið. Sum oftast geri eg ”uppskriftina” sjálv – helst meðan eg bindi – so snið og litir fylla nógv í tankastreymunum. Hetta er góð venjing í at miðsavna tankarnar og gevur onga rúmd fyri neiligari hugsan. Hetta styrkir sinnið.

 

 

Loyndarmálið aftan fyri hesa sannroynd kann vera einfalda handfaringin av einum noða og gleðin av litum og eginleikum av tilfarinum saman við uppbyggingini av ”verkinum”, tú ert í holt við at skapa. Hetta gevur eina ómetaliga góða kenslu av stigvíst at røkka einum máli og skapa okkurt, sum gevur tær størsta vælhuga. Binding umskapar sinnið, ger andadráttin spakuligari og sissar sansirnar. Tá vit binda, brúka vit okkara kreativu evni, sum eru nær knýtt at vælveru, sálarfrøðiligum smidleika og evnunum at laga til og hava í hondum ymiskt virksemi og at loysa trupulleikar, sum stinga seg upp.

 
Eins stuttligt og gevandi tað er at brúka kreativu gávur sínar og sjálvur vera í eini verkgongd at skapa eitt plagg, har ein letur tankarnar reika og leggur alt tað góða, ein hevur í sær niður í plaggið, líka stuttligt er at luta gleðina við onnur, t.d. á einum bindifestivali, sum tann, íð verður fyriskipaður í Fuglafirði fyri 5. ferð í ár. Har er høvi at luttaka á nógvum verkstovum saman við bæði føroyingum og fólki úr øllum heiminum. Hvørt land hevur sína bindimentan, sum vit læra um, bæði við práti og gjøgnum nógvu áhugaverdu fyrilestrarnar. Dentur verður lagdur á at geva luttakarunum fullfíggjaðar bindiroyndir, har áherðsla eisini verður løgd á sosiala partin gjøgnum samveruna sum bindingin so væl gevur okkum nakað at vera saman um.

 

 

Tað skal vera hugnaligt at læra um hvønn annan gjøgnum bindingina og at læra nýggjar bindingarhættir. Eisini verður stórur dentur lagdur á hugnaliga samveru, har góður matur og drekka er við at seta sín dám á, bæði undir festivalinum um dagarnar og ikki minst um kvøldarnar. Talan er sostatt um eina heildaruppliving, har luttakararnir bæði menna seg úr egnum sjónarhorni og sleppa at vísa tað, tey sjálvi hava havt úr at gera við at fyrireika og putlast við, t.d. at gera eitthvørt plagg liðugt, áðrenn farið varð á bindifestival - og úr einum yvirskipaðum parti saman við øðrum, har vit sleppa at vísa okkara egnu mentan samstundis sum vit síggja tað, hini hava at bjóða.

 
Góðan bindifestival.

Karolina Matras

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…