Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vit skulu líka hava lágtrýstið, vit síggja úti á vinstra kanti, framvið. Eftir tað fer veðrið at vera gott i nakrar dagar - t.e. lítil vindur úr ymsum ættum. | Mynd: www.dmi.dk

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.01.2019 - 11:15 Tíðindi Veðrið

Vikan, ið kemur, fer at bjóða uppá eitt sindur av hvørjum veðri.

Lágtrýstini ferðast í hesum døgum av eysturstondini í USA fram við Suðurgrønlandi, tvørtur um Ísland, og so beint til Føroya.

Lágtrýstini eru ikki serliga djúp, so eingin stór megi fer at vera í teimum – so í stuttum er veðrið í viku 4 í 2019, at tað verður fyri tað mesta lítil vindur úr flest øllum ymsum ættum. Soleiðis er tað vanliga, tá ið lágtrýstini koma beint á okkum.

Men, vit skulu líka fyrst fáa tað fyrsta lágtrýstið í vikuni fram við okkum – tað er eitt sindur djúpari enn øll hini. Hetta verður í morgin – mánadag. Eftir tað eru tey smá og veik.

Mesti vindurin í allari vikuni verður seinnapartin mánadagin; tá fer fer vindferðin at vera 10 til 15 m/s úr suðuri og regn (helst eitt sindur meiri vindur sunnanfyri enn norðanfyri).

Týsdagin, mikudagin og hósdagin fer hann at mala úr ymsum ættum við lítlari ferð. Týsdagin vestan- og sunnaneftir; mikudagin av útnyrðingi og hósdagin av landnyrðingi.

Fríggjanátt aftur suðurætt og eitt sindur av vindi – um 10-12 m/s úr suðuri og regn. Restin av fríggjadegnum um útsynning  - vindferðin undir 8 m/s.

Veðrið næsta vikuskiftið lati eg liggja – tað er alt ov langt burturi enn hjá nøkrum at geva eitt kvalifiserað boð…..

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja