Lýsing
Lýsing
Lýsing
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum sigur seg ikki kenna nakað til óheimilaðu rokningarnar. Nú størsta byggigøla í Føroya søgu verður avdúkað dag fyri dag, lag fyri lag og hevur higartil kostað landsstýriskvinnuni í mentamálum og stjóranum í Landsverki sessin, so er sjóneykan vend eftir umsitingini í mentamálaráðnum og samferðslumálaráðnum. | Mynd: skíggjamynd/kvf.fo

Ov nógvir frøðingar forderva málini?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.01.2019 - 10:47 Leiðarin Mentan Tíðindi

Í tíðindasendingini 22. jan. kl. 18 er samferðslumálaráðharrin Heðin Mortensen frammi og sigur m.a. “eg kann ikki gera eina kanning um nakað, sum ongin veit nakað um” og “hitt fíggjarliga, sum tú spyrt um – eg kann ikki fara og kanna tey viðurskiftini her og nú, tí tað er eitt mál sum hoyrir undir Mentamálaráðið”.

Og soleiðis fer bólturin aftur og fram millum Mentamálaráðið og Samferðslumálaráðið. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, sigur, at Mentamálaráðið visti onki um tær avtalurnar, sum viðførdu rokningarnar. Fráfarna landsstýriskvinnan var uppaftur meira bersøgin og legði Landsverk undir at dylja upplýsingar fyri sær.

Vit hava sostatt tvey aðalráð, sum so ella so vara av Glasi, men hvørki veit nakað um tey arbeiðini, sum Landsverk hevur avtalað og Mentamálaráðið nú fær rokningar fyri. Kanning varð sett í verk av Landsverki, men sjálvt ikki tá komu hesar rokningarnar uppá 30,9 milliónir fram í ljósið. Og hvat verri er: Har er ongin í skipanini, sum veit, um hesar rokningarnar verða tær seinastu. Avtalurnar eru munnligar, og av onkrari orsøk kann sjálvt Landsverk heldur ikki fortelja, hvørjar tær eru og hvat tær kosta.

 

Jóannes Ejdesgaard, fyrrverandi løgmaður segði í kjakinum ígjárkvøldið at embætisverkið rundan um bæði landsstýrisfólkini í mentamálum og samferðslumálum høvdu svikið sína uppgávu. Mynd: kvf.fo

 

Vit hoyra so nógv um, at lurtast má eftir serfrøðini og sakkunnleikanum. Og ongantíð áður hevur miðfyristingin havt so mong væl útbúgvin fólk at heita á og dúva uppá. Men kortini finst ongin í herinum av væl útbúnum embætisfólkum í miðfyrisitingini ella serfrøðingunum  á Landsverki, sum er førur fyri at geva eitt yvirlit yvir, hvørji arbeiðir eru goldin og hvørji eru eftir at gjalda á einum føroyskum miðnámsskúla.

Kanska tað ikki er so løgið, at Palleba er skeptiskur við at lurta eftir akademisku elituni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja