Afenginn spælir í vikuskiftinum útgávukonsertir í Havn og í Fuglafirði
Afenginn er forkunnugur undangongubólkur, tá talan er um nýggjan fólka/klassiskan tónleik í norðurlondum. Nýggja fløgan eigur Klingra, og er hon ein nútíðar meditatión yvir lívsins ringrás.
Finnlendingurin Kim Nyberg, sum er høvuðsmaður í Afenginn, er gitin fyri síni framsøknu orkestralu verk.
Kim Nyberg hevur í mong ár havt tokka til Føroyar, og hevur á fløguni “Klingra” valt at lata tað føroyska vera reyði tráðurin.
Tekstirnir eru á føroyskum, og tónleikurin er í stóran mun skrivaður og innspældur í Føroyum.
Eisini eru fleiri føroyskir tónleikarar við á fløguni:
Ólavur Jákupsson - sang og klaver
Teitur Lassen - sang og klaver
Mikeal Blak - bass
Dánjal á Neystabø - sang, klaver og høvundur
Á konsertunum verða føroysku strúkararnir, Angelika Nielsen, Gwendoly Blaga Philbrow og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge eisini á palli umframt aðrar tónleikarar úr norðurlondum.
Afenginn, sum hevur verið virkin síðan 2002, útgivið 7 fløgur og vunnið hópin av prísum fyri sín tónleik og sínar framførslur, spælir:
á Reinsarínum fríggjakvøldið kl. 19 og
Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið kl. 20.00