Lýsing
Lýsing
Lýsing
Magni Laksáfoss kann koma í eina tvístøðu sum møguligur limur í Sjálvstýri og sum avgerandi grundarlag fyri samgongumeirilutanum. | Mynd: Oliver Joensen

Koppar forkvinnan, verður nevndarval

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.01.2019 - 18:51 Leiðarin Politikkur

Bert 7 mánaðir áðrenn løgtingsval í seinasta lagi skal vera, skulu allar nevndirnar í Løgtinginum veljast av nýggjum, um so verður, at forkvinnan í Fíggjarnevndini ikki heldur fram sum forkvinna. Hetta sigur løgmaður við Útvarp Føroya kl. 18 hóskvøldið 24. januar, sum leggur afturat, at hann hevur tryggjað sær neyðuga meirilutan fyri nevndarvali.

Meirilutin í Fíggjarnevndini hevur biðið forkvinnuna um at kalla inn til fund í nevndini, og eftir drúgva umhugsanartíð hevur forkvinnan nú loksins eftirlíkað, og fundurin verður í morgin fríggjadagin 25. januar. Punkt tvey á skránni er “Val av formansskapi”.

Tað var ein uppgevandi Ruth Vang (F), sum í samrøðu við útvarpið greiddi frá, at hon als ognar vónir hevði um, at ein meiriluti í Fíggjarnevndini kundi taka undir við sær sum forkvinnu fyri nevndini. Frammanundan hava aðrir limir í nevndini, serliga Jacob Vestergaard (A) verið í miðlunum og sagt, at forkvinnan letur seg stýra úr Tinganesi, og at tað útinnandi valdið sostatt leggur seg út í arbeiðið hjá lóggávuvaldinum.

Hetta tykist nú verða váttað av, at løgmaður Aksel V. Johannesen (C) var kvikur at boða frá í somu tíðindasending, at verður forkvinnan feld sum forkvinna, fer samgongan at krevja nýval av øllum nevndunum í Løgtinginum. Hann roknaði Magna Laksáfoss uppí samgongustuðlarnar, og vænta tí at fáa meiriluta fyri nývali í nevndunum.

Hinvegin váttar formaðurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, at arbeitt verður fyri at fáa Magna Laksáfoss upp í Sjálvstýri, og hepnast hetta áðrenn tingfundin, kann hann neyvan taka undir við samgonguni longur. Sjálvstýrið var í valbólki við samgonguni seinast, men formaður floksins hevur gjørt greitt, at tað verður flokkurin ikki, um nevndirnar verða valdar av nýggjum.

Sjálvur fæst Kristin Michelsen ikki at vátta, at hann er formansvalevni til fundin í morgin, men hann stendur sum undirskrivari av áheitanini um at fáa fundin settan á skrá. Og Ruth Vang hevur greitt frá, at hon væntar ikki at nakar meiriluti stendur aftanfyri seg sum framhaldandi fíggjarnevndarforkvinnu.

Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo H. Johannesen (B), hevur verið úti við grovfílini og heldur tað vera undir alt lágmark, at nevndararbeiðið í Fíggjarnevndini hevur ligið lamið so leingi av tí nógva innanhýsis partapolitiska ófriðinum, sum er og hevur verið í samgonguni. Her sipar hann til, at fleiri mál (9 mál, red.) eru farin út um freistina sambært Tingskipanini, og leggur hann afturat, at ongantíð áður hava trupulleikar innanhýsis í eini samgongu merkt, at ting- og nevndararbeiðið verður lagt lamið.

Kaj Leo H. Johannesen leggur afturat, at samgongan eigur at loysa hetta innanhýsis, og skjýtur upp sum møguleika, at hon gevur Ruth Vang landsstýrissessin í mentamálum sum plástur á sárið.

Í gjár boðaði meirilutin av fíggjarnevndarlimunum so frá, at so leingi sum ónøgdin í Landsstýrinum elvir til, at Fíggjarnevndin ikki fær arbeitt, so ætlar meirilutin heldur ikki at møta til fundir í Fíggjarmálaráðnum. Hetta kann síggjast sum eitt “takk fyri seinast”, har meirilutin sigur, at um Landsstýrið forðar teimum at arbeiða, so fer meirilutin heldur ikki at fasilitera arbeiðið hjá Landsstýrinum.

Møguleika er hetta orsøkin til, at Ruth Vang nú loksins hevur innkallað til fundin. Sjálv sigur forkvinnan, at hon hevur tosað við baklandið, men at avgerðin er hennara egna.

Fundurin í Løgtingsins Fíggjarnevnd verður í morgin, fríggjadagin 25. januar, klokkan 10.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja