Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framvegis einki alment innlit í dálking av evnafrøðiligum evnum á føroysku firðunum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  28.01.2019 - 13:28 Politikkur Tíðindi

Landsstýrisfólk, stovnar og ráð vannvirða lógir og kunngerðir samstundis sum almenna embætisverki letur seg brúka til at halda “status quo” til frama fyri ráðandi politiska viljan.

Tað krevur stóra orku hjá miðlum og fjølmiðlafólkum at fara inn í mál sum hava við almenna fyrisiting at gera og ikki minst at fylgja teimum upp.

Høvuðsamboðið er “Løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001

Lógin var eitt stórt framstig fyri 25 árum síðan, men tað er spurningurin  um hon longur er nøktandi tá vit kunnu staðfesta at embætisverki, sum kanska av loyaliteti til politisku skipanina, alsamt meira er farið at líkjast einum verndarverki hjá einstøkum landsstýrisfólkum, at verja áhugamálini hjá makthavarunum. 

 

Óskiljandi aðalráð  

Fyri skjótt seks árum síðan var Norðlýsið norðuri í Hvannasundi har menn, sum fiska hummara gjørdu vart við at alivinnan var um at køva alt lív á fjørðinum í bardaga móti laksalúsini. Evnafrøðilig evni vóru vápnini sum alivinnan nýtti í bardaganum móti laksalúsini og alt fór fram við góðkenning frá heilsumyndugleikum, starvstovu, landsdjóralækna, landsapotekara og landslækna.

Fyri at eftirkanna hendan álvarsama pástandin valdu vit at biðla almenna myndugleikan um innlit og hóast umsóknin hevur ferðast millum ráðharrastovur, stovnar og løgtingsins umboðsmann seinastu seks árini, mugu vit staðfesta at líti og einki er hent. 

Eftir at apoteksverki og Heilsumálaráðið høvdu nokta at givið okkum innlit, heitti Løgtingsins umboðsmaður á Heilsumálaráðið um at taka málið upp til nýggja viðgerð, m.a. vísandi til at í grannalondunum vóru hesir upplýsingar alment atgeingiligur. Heilsumálaráðið noktaði at fylgja boðunum frá løgtingsins umboðsmanni, sum síðani sendi Norðlýsinum bræv har hon boðaði frá at hon gav skarvin yvir. Landsstýriskvinnan í Heilsumálum, sum er leiðandi limir í flokkinum, sum sigur seg standa fyri gjøgnumskygni, tryggja fólkaræði og álit, helt seg kúrran og hóast baði landsstýrismálanevnd og Føroya Løgting vóru kunnað um málið valdu hesir stovnar, sum eru mannaðir við fólkavaldum umboðum, einki at gera og ikki eitt orð hoyrdist aftur.

Endin var at landsstýrismaðurin í Vinnumálum lýsti eina kunngerð, sum í fyrstu atløgu varð mett at verða ein sigur fyri tey sum ynskja meira gjøgnumskygni í almennu umsitingina. Sambært kunngerðini hjá landsstýrismanninum skuldi Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera eina heimasíðu har upplýsingarnir um nøgdir av evnafrøðiligum evnum, sum vóru brúkt á ymisk alibrúkunum skuldu leggjast alment fram. Arbeitt hevur síðani verið við hesi heimasíðuni, men komið er ikki enn á mál nú 453 dagar, ella eitt ár og tríggjar mánaðar eru liðin síðan kunngerðin varð lýst.

Sostatt er einki hent í málinum!!!

Tó eftir at Landstýrismaðurin í Vinnumálum hevur lýst kunngerðina hevur embætisverki gjørt greitt at sambært kunngerðini hjá Landsstýrismanninum er bert talan um at almannakunngera upplýsingar frá degnum kunngerðin varð lýst og frameftir.

Tað vil siga at Føroya Landsstýrið, sum er ovasti “tænari” fólksins hevur avgjørt at almenningurin ongantíð skal fáa at vita hvar í landinum og hvussu nógv evnafrøðilig evni eru sprænd seinastu mongu árini út á føroysku firðirnar, sum eru vakstarøkið hjá føroyska fiskatilfeinginum og sum hevur verið og framvegis er matkovi hjá ættarliðum av føroyingum

Hetta er niðurstøðan hóast løgtingsins umboðsmaður heitti á Heilsumálaráði um at viðgera innlits-málið av nýggjum langt áðrenn nøkur kunngerð varð lýst.

Norðlýsið hevur ráðført seg hjá løgtingsumboðsmanni, men hon hevði ikki hug at gera eina roynd afturat fyri opinleikan, og heitti á Norðlýsið enn einaferð at kæra málið um vit ynsktu at hon skal viðgera málið enn einaferð.

Tann 2.februar 2018 sendi Heilsufrøðiliga Starvsstovan hesa niðurstøðuna til Norðlýsið:


Viðv. innliti í heilivágsnýtslu áðrenn oktobur 2017:
Vit loyva okkum at venda aftur til hetta, tá okkara skylda omanfyri er sett í verk á okkara heimasíðu, tað vil siga um innlit kann latast í upplýsingar um heilivágsnýtslu fyri hvørt aliøki sær, áðrenn oktobur 2017.


Eg kann nevna at millum evnini sum nýtt verða til avlúsing í aluvinnuni er Hydrogenperoxyd og hóast Heilsufrøðiliga Starvsstovan í skrivligum svarið til Norðlýsið áður hevur svara at hetta evni er ikki skaðiligt fyri umhvørvi, so er nú staðfest at evni er sera skaðiligt fyri umhvørvið.....

 

Síðani er einki nýtt hent í málinum......

——-

Kunngerð lýst tann 2. November 2017

…… § 27 a. Hesar upplýsingar skulu almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni:

1) Alibrúk.A-nummar og staðarnavn.

2) Navn á alifelagi.

3) Slag av fiski og endamál,t.d.

laksur til vinnuligt endamál.

4) Tal av fiski í hvørjum alibrúki. 5) Hækking og lækking av útsetu. 6) Viðgerðir móti sjúku og lús fyri

hvørt aliøki, slag og nøgd av

heilivági……..

 

Kunngerðin PDF

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!