Lýsing
Lýsing
Lýsing

Anfinn: - Skammilig skemdargerð móti Flemish Cap fiskimonnunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.01.2019 - 11:20 Tíðindi Vinna

Fólkakæri sangarin er alt annað enn nøgdur við, at søguligu vunnu rættindini á Flemish Cap seinastu 50 árini, nú verða handlaði av einum "peningagræðum akademiskum fiskimálaráðharra".

Anfinn Nielsen hevur verið fiskimaður alt sítt lív. Hann fór fyrstu ferð til skips í juli mánað 1967 við Stellu Karinu á línuveiðu á Flemish Cap, bert 13 ára gamal. 

Á facebook finst hann hvassliga at landsstýrinum um avgerðina at selja ein part av hart vunnu kvotuni á uppboðssølu. 

 

Hann skrivar soleiðis:

Lítið visti man um, at tá ið ein, fyri 51 árum síðani, á fyrsta sinni, legði leiðina yvir á Flemish Cap, bert 13 ára gamal, at tað mong ár seinni bleiv tosa um at ein var við til at vinna Føroyskum fiskimonnum søgulig rættindi.

At eitt ótal av blaðungum dreingjum skuldu fáa eina viðurkenning, av "Útlendskum" myndugleikum, fyri allar teir, upp til hálvt ára longu túrarnar, og allar tær innímillum, súru longu løtirnar, bløðandi um fingrarnar í egningarskúrinum.

Ei heldur rokni eg við at ávarandi myndugleikar av kvotuni á Fl Cap yvirhøvur hava givið sær fær um, at við nú í árinum 2019, hava ein " Peningagraðan akademiskan fiskimálaráðharra" ið reint út sagt, skítur á søgulig uppvunnin rættindi fyri hendan líniflotan, ið enn hórar undan, eftir mong mong rakár. 

Hetta er reint sagt ein skammilig skemdargerð ímóti hesum fiskimonnunum. Ein sorgardagur. Fy for fanin sigi eg bara.

Gott fiskarí til tykkum har yviri, tit hava uppiborið hvønn ein stert. Ókeypis.

 

Kl. 13 í dag verða 1.276 tons av toski á Flemish Cap seld á uppboðssøluni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…