Lýsing
Lýsing
Lýsing

Archibald Black fekk listaheiðursløn Nólsoyar Páls 2019

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.02.2019 - 23:07 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á Spinnarínum var hátíðarhald í kvøld í sambandi við at Listavirðisløn Nólsoyar Páls var latin, og í ár fekk okkara Archibald Black virðislønina.

Ragnhild Ellingsgaard bjóðaði vælkomin og presenteraði tónleikabólkar og talarar. Bólkarnir, sum undirhildu vóru Hamradun úr Suðuroy og ein lokalur bólkur, ið tulkaði Pink Floyd. 

Tað var Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið handaði heiðursgávuna, ið var upp á 75.000 krónur, sum Klaksvíkar Kommuna saman við vinnulívinum letur. Signhild Johannesen, býráðslimur og Jógvan Skorheim borgarstjóri fluttu fram røðu. Røður teirra kunnu lesast her.

Røða borgarstjórans sæst niðanfyri:

Gott kvøld, øll somul – og takk fyri, at tit møttu til hesa hátíðarløtu!

Í kvøld lata vit á fimta sinni Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Virðislønin, sum er gáva á 75.000 krónur, verður latin lokalum listafólki, sum á ein hvønn hátt hevur skarað framúr. 

Tey fýra listafólkini, ið higartil hava fingið virðislønina, eru Hanus G. Johansen, Edward Fuglø, Eyð Martras og Steintór Rasmussen. 

Nú eru vit til reiðar at lata virðislønina fyri fimtu ferð.

****

»Lívið er eittans – og ikki serliga langt. Tú skalt ikki bíða við at gera tað, sum tú ætlar tær. Far í gongd!«

Soleiðis sigur fjøltáttaði listamaðurin, sum vit í kvøld heiðra. Hann er gávaður listamaður og dugnaligur handverkari hvørt um annað – og ofta samstundis. Hann er tónleikari, familjumaður – og bóndi.

Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2019 verður latin Archibald Black.

Hann hugsar stórar tankar. Hann tekur av møguleikum. Hann ræðist ikki hart arbeiði. Hann livir lívið. Hann flytur dreymar úr náttini og inn í ljósa dagin.

Archibald Black er føddur og uppvaksin á Biskupstøð í Klaksvík, haðani familjan hjá mammuni er ættað. Navnið fekk hann frá skotska pápa sínum. Archibald búsettist við familju sínari á Grønabóli, har hann bygdi hús á grundina hjá abba sínum. 

Klaksvík – býurin, fólkini og fjøllini – hava verið miðdepil fyri lívið og virkið hjá Archibald, og her hevur hann sett spor eftir seg á nógvum økjum.

Archibald er fjølgávaður og fjøltáttaður. Hann er listamaður, tónleikari, timburmaður og bóndi. 

Miðskeiðis í sjeyti árunum legði hann Føroyar fyri føtur sínar sum bassspælari í rockbólkinum Straight Ahead. Ungu og framfýsnu tónleikararnir skrivaðu og spældu rock, sum bólkar her á landi ikki áður høvdu spælt. Sangirnir fangaðu – og vóru fagnaðir. Og nú 40 ár seinni syngja vit framvegis »Komið øll við«. 

Sum smádrongur teknaði Archibald nógv, og á ungum árum fór málningalistin at draga. Fyrsta framsýningin var saman við kendum lokalum listafólki á norðoyastevnu í sjeyti árunum. Hans Jacob Glerfoss og Fridjof Joensen stóðu fyri, og Archibald smæddist ikki burtur. Síðani hevur hann sýnt fram víðhvar heima og burturi. 

Penslastrokini eru neyv og livandi, men kunnu vera droymandi og mjørkakend. Verkini eru ofta figurativ og realistisk, men hann kann eisini leita aðrar vegir, og einki er so avbjóðandi sum at mála andlitsmyndir. Hann hevur givið nógvum andlitum lív á lørifti – Hanus G. Johansen, langabbin Jákup bóndi og onnur. Náttúran, sum stendur honum so nær, er eisini partur av hansara listarliga arbeiði, og hann hevur roynt at samantvinna andlit og landslag í sínum verkum. 

– Vit hava brúk fyri at úttrykkja okkum á onkran hátt, sigur hann. Og tað ger hann millum annað við listarliga arbeiðnum, har hann finnur friðin og javnvágina. 

Í 2014 fór Archibald undir eina stóra og spennandi verkætlan, sum av álvara er við at taka skap. Hugskotið var at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Páll á Biskupstøð, og hetta arbeiðið er komið væl ávegis. Archibald er undangongumaðurin. Hann granskar, teknar, leggur til rættis, smíðar og setur út í kortið. Nógv stuðla góða hugskotinum og drúgva arbeiðnum, og eisini Klaksvíkar kommuna sær stórt virði í verkætlanin og hevur havt gott samstarv við Archa. 

Tá ið gerandisdagurin ella arbeiðsvikan hava kravt sítt, kann Archibald leita sær í Dreymasóljuna – hugkveikjandi og sinniligu smáttuna, hann bygdi í haganum. Har kunnu góðar løtur njótast – í einsemi ella saman við familju ella vinum. 

– Frælsið hevur alt at siga, sigur hann. Archibald hevur tíbetur valt at brúka sítt frælsi til eitt stórfingið lista- og mentanararbeiði her í okkara øki. Hann skapar og leggur eftir seg. Hann er arbeiðssamur og treiskur. Og hann hevur eygað fyri smálutunum – detaljunum –  bæði í lívinum, listini og handverkinum.

Vit skulu nú síggja ein stuttan film, sum lýsir Archibald Black.

****

Archibald Black, vit eru takksom fyri títt listarliga og mentanarliga avrik her í býnum. Tú hevur lagt nógv eftir teg, og vit gleða okkum til komandi avrik.

Eg fari at biðja teg koma upp her at taka ímóti Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls 2019. Tað kann valla vera nakar meira upplagdur persónur at fáa júst hesa virðisløn.

 

Røðan hjá Signhild Johannesen

Góðu tit øll – tit, sum eru komin her og tit, sum fylgja við kring landið.

Tað hevði verið stórt spell, um rúm ikki var fyri listini, tí so høvdu vit ikki sitið her í stásiliga og nýumvælda Spinnarínum og fegnast um, at vit aftur í ár kunnu handa Listavirðisløn Nólsoyar Páls.

Hetta er nevnliga ongin sjálvfylgja. Fleiri av okkara mætastu listafólkum hava ikki kent virðið av sínum yrki fyrr enn nógv ár aftaná, at teirra støða hevur verið tikin um, at listin skal mynda teirra lívsleið.

Líka fram til mína tíð, hava vit hoyrt neiligar viðmerkingar um fólk, sum ístaðin fyri at arbeiða og tjena pengar til samfelagskøkuna, hava “spilt” sína tíð til tað, sum í dag verður kallað list.

Í nógvum førum hava listarligu gávurnar verið duldar fyri nærumhvørvinum, tí hetta hevur ikki verið met hóskandi. Tí hevur tað heldur ikki verið ókent, at hesi somu listafólk eru rýmd av landinum, tí rúm ikki hevur verið fyri teimum.

Men hetta er tíbetur broytt, og seinasta dømi um, at listin støðugt verður ment og vird var, tá ungi listamaðurin, Búi Roach, fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri Ungt listafólk. Búi varð heirðaður fyri nútíðardans, sum verður mett sum ein nýggj listagrein í Føroyum.

Øll fólk ynskja viðurkenning. Líka mikið um tað er handilskonan, fiskimaðurin ella tey, sum listarliga ríka okkum dagin, so vilja vit øll verða sædd og vird.

Tí er tað gott, at vit standa saman um og stuðla einum slíkum tiltaki, sum Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls.  At kommunan, einstaklingar, vinnulív og samfelagið sum heild duga at síggja virðið í ymiskleikanum, ger okkum til eitt sterk samfelag, sum vit øll kunnu vera errin av.

At okkara listafólk ikki verða noydd at stíga av tí traðkaðu gøtuni, men ístaðin slóða sín egna veg og verða viðurkend fyri sítt serliga íkast, er at fegnast um. Og vísir hetta tiltakið eisini, at hugburðurin í okkara samfelagi hevur flutt seg, tí vit ásanna við hesum, at vit hava tørv á listini í ymiskum búna.

Eg vil til seinast takka tykkum, sum eru komin at fegnast saman við okkum, og somuleiðis ynskja tykkum eitt gott og hugnaligt kvøld.

Hjartaliga vælkomin til Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…