Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hava VIT skuldina?

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  04.02.2019 - 15:28 Bloggur Tíðindi

Las herfyri eina grein við yvirskriftini “Past generations created a climate crisis for Millennials and Generation Z. Today marks 30 years of inaction.” Í fjør las eg eina í Information við yvirskriftini “Vores forfædre har ødelagt kloden. Nu skal vi rydde op.” og báðar sampakkaðu heilt væl við tað, sum vanliga er at hoyra í samfelagnum. Tað eru vit um miðjan aldur og tey eldru, sum hava dálkað planetina til ókenniligheit, tí vit hava verið púra líkasæl við umhvørvinum.

Við øðrum orðum eru tað vit, sum eru eitt ella fleiri ættarlið eldri enn tey, sum vórðu fødd um aldarskiftið, sum hava skapt veðurlagstrupulleikarnar. Tí vit hava dálkað Jørðina so illa. So eg fór at hugsa um nær, hvussu og hvussu nógv vit mundu hava dálkað.

Tá eg var barn, so spældu vit úti. Heilt uttan elektronikk og tráðleysar routarar við stráling. Vit gingu í skúla og heim aftur, uttan nakað motorakfar. Við at ganga til alt, fingu vit neyðugu motiónina. Ongin fór tí til fitness at renna, hoppa og rógva í streymslúkandi elektriskum tólum. Vit spældu spøl, har vit runnu eftir og undan hvørjum øðrum og fingu kondi tann vegin. Ikki á el-drivnum transportbondum úr plastikk- ella gummitilfari.  Okkara sumrar vóru í øðrum føroyskum bygdum; tað gingu mong ár ímillum at vit fóru við flogfari.

Vit høvdu aldrin funnið uppá at keypt vatn í plastikkfløskum fyri sama prís sum sodavatn. Har fyltu vit ein dunk ella tóma sodavatnsfløsku við kranavatni.

Hvørt hús hevði eina felags telefon til alt húsarhaldið; hon hevði leidning og sendi tí ongar mikrobylgjur út. Og nú vit eru við mikrobylgjur, so høvdu vit heldur ongan 800 watt mikroovn at strála matin við ella nakran mikroovn í heila tikið. Kjøt sum leyp av, bleiv etið kalt uppá breyð ella givið djórunum. Ikki tí at har ofta leyp nakað av.

Har var bert eitt sjónvarp í húsinum, og tað var bara tendrað um kvøldið – vit høvdu bara eina kanal at hyggja at kortini. Vit skiftu ikki elektrisku tólini út ofta. Eitt sjónvarp keypt í 1985 stóð framvegis í stovuni í 1995. At keypa 40 tumma flatskerm fyri at uppgradera hann til 50 tummar árið eftir og til 60 tummar árið eftir tað høvdu vit aldrin ímyndað okkum, men um vit høvdu, varð tað roknað sum ørskapur.  

Eg kundi hugsað mær at komið inn á núverandi útskiftingina av fartelefonum, men eg lati vera. Eg skal nøjast við at siga, at mítt ættarlið meira enn so tekur til takkar við telefonunum hjá unga ættarliðnum í dag, tá tykkara púra góða telefon MÁ útskiftast, tí har er komið eitt nýtt modell á marknaðin við einum S aftanfyri talið.

Tá í tíðini vóru skómakarar, sum bøttu okkara skógvar, um hol kom á. Teir vórðu ikki blakaðir burtur. Og tey yngru systkinini í mínum ættarliði arvaðu klæðir frá teimum eldru. Systrar blivu konfirmeraðar í sama kjóla. Turkitrumla og uppvaskimaskina var nakað heilt nýtt tá, og langt frá í hvørjum húsi. Klæðini tornaðu á snórinum og tallerkarnir vórðu vaskaðir upp við hond í flestu heimunum.

So, góða fitta unga ættarlið: Hvat er tað í veruleikanum tit ynskja, at vit høvdu gjørt øðrvísi?

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund