Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í góðveðrinum mánadagin vóru hesi átta skipini á MEST í Havn. | Mynd: mest.fo

Nógv skip á MEST í Havn og á Skála í góðveðrinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.02.2019 - 21:30 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Nógv virksemi er á MEST í Tórshavn og á Skála í hesum døgum. Ikki færri enn 14 skip lógu við bryggju ella vóru á beding og í dokk. Arbeiðini snúgva seg um alt frá vanligum viðlíkahaldsarbeiði til umfatandi umvælingararbeiði

Katrin Jóhanna - nýggja uppisjóvarskipið - er á MEST til umvælingar av gearinum ímillum høvuðsmotorin og generator og væntast at verða liðugur síðst í vikuni.

Merete Chris hjá danska reiðarínum Peter Madsen í Skanderborg. Grabbarnir skulu upp og síðani skal skipið á beding til høvuðssýn. Væntast at verða liðug seinni í mánaðinum. Er í Føroyum og hjálpir J & K Petersen við at gera botnin fram við nýggju atløgubryggjuni.

Arctic Viking – hava verið í Havn í nakrar vikur til meiri umfatanda arbeiði sum útskiftan av høvuðsmotori, hjálpimotorum og ymiskum umvælingararbeiði.

Hoyvík – uppisjóvarskipið hjá OCJ – er til umvælingar og klassing av gearinum.

Norðingur – uppisjóvarskipið hjá JFK – umvælir turbinu í høvuðsmotorinum og annað umvælingar arbeiði. Væntast út aftur síðst í vikuni.

Brimil – Umvæling og viðlíkahalda av krana og spæli

Ritan er á beding til umvælingar í samband við skaða av skrúvuni. Ritan fór av bedingini týsmorgunin og bleiv royndarkoyrd fyri síðani at fara í rakstur aftur týsdagin seinnapartin.

Rimi - fóðurflaki hjá Bakkafrost á Gulanum – har ymiskt umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt.

Somuleiðis er úr at gera á Skála Skipasmiðju. Uppisjóvarskipi Høgiklettur er í dokkini til aksiltrekk og annað. Skipini hjá Royal Greenland, Tasiilaq og Tuneq fáa arbeiði gjørt við kai eins og Jens Leon liggur við bryggju og fær umvælt gearið.  Olga Maria og Maniitsoq eru á beding.

Sí myndirnar, sum vóru tiknar í gjár.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…