Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frá í dag av! og so allíkavæl ikki

SKRIVAÐ: Durita Poulsen  |  08.02.2019 - 12:45 Bloggur Tíðindi

Mítt ynski við bloggini er at stimbra til broyting, hvussu vit uppfata hvat góður ella ringur lívsstílur er, at viðurkenna at ongin er perfekt og at gera upp við alt ella einki mentalitetin.

Tú sigur við teg sjálva/n at frá nú av skal eg ikki eta ósunt, og eg skal byrja at venja. Tað kundi ljóða sum tann perfekta uppskriftin uppá ein sunnan lívstíl, men longu her er eitt stórt press lagt á tínar komandi dagar, ella rættari sagt tímar. Tú byrjar kanska við at eta frukt til millummálatíðina, nakrar mandlur og salat afturvið døgurðanum. Kanska tú byrjar at venja nakrar ferðir um vikuna, akkurát soleiðis sum ávíst í teimum ymisku dámubløðunum og frá heilsukønum fólki.

Soleiðis, nú ert tú sunn og livur rætt! Men so kemur freistingin. Vit koma heim um kvøldarnar og eru kanska móð og troytt, og so fór hasin bommpakkin ella handan sjokulátan niðurum. Nú hugsar tú kanska at nú fór alt fyri einkis, tí nær hevur tað verið pláss fyri slíkum í einum sunnum lívsstíli ? So tú byrjar bara aftur í komandi viku. Ah, tann óndi sirkul.

Men sannleikin er, at vit eru bert menniskju (surprise) og millum annað stýrd av impulsum frá kroppinum,  umhvørvinum og tankum um okkum sjálvi og onnur sum alt hevur ávirkan. Tískil, um tú fert inn við einum ‘alt ella einki’ mentalitetið viðvirka til eina meiri tyngjandi kenslu enn hvat kanska upprunaliga var ætlanin við lívstílsumleggingini, nemliga at geva kensluna av vælveru - um tað so var at tapa seg nøkur kilo ella geva kroppinum meir av uppbyggjandi føðslu.

Hvat um vit slappaðu meir av, steðgaðu á, droppaðu forboð og brúkti meiri sunnan fornuft, soleiðis at tað ikki var neyðugt at snakka um kur og ‘uppá á’ aftur, men ein finna ein góðan (les: javnvigaðan) lívstíl sum varir við ?

 

Finn javnvágina og slappa av

Vit hava lyndi til at koyra alt í kassar. Etur tú fisk, frukt og nøtir so ert tú sunn/ur, og etur tú sjokulátu, nógva sós og fransktbreyð so ert tú ósunn/ur. Um ein góð køka saman við familjuni førir til ringa samvitsku, so er tað kanska her tú skalt byrja við at finna útav, hví so er. Hevur tú ov nógv forboð í tonkunum ? Og hvat um onki var forboðið og tú ongantíð skuldi hugsað um ein strangan kur aftur ? Um forbjóða matvørum gerast tær alt meiri spennandi enn um vit duga at sleppa forboðinum, geva lov og brúka sunnan fornuft. Gerst forholdið til mat meiri avslappandi, í og við at vit loyva okkum við betri samvitsku at njóta t.d eitt kakustykkið, føla vit minni skuldarkenslu, sum kann viðvirka til at ein positivur sirkul fer gongd. Umvent, um tú óavmarkað etur tað tú veitst ikki gagnar kroppinum og hetta mynstrið hevur tikið yvirhond, so kanst tú kanska steðga á, og hugsað um, um tú kanska etur meir við følilsinum, ístaðin fyri heldur at lurta betur eftir hvat kroppurin kundi haft betur gagn av.

Sjálvt um tey almennu kostráðini vísa á, at vit skulu avmarka matvørur so sum bomm, fastfood og feitt inntakið, tó, so er tað slett ikki forboðið. Og hetta haldi eg er sera umráðandi at undirstrikað, tí tey flestu eru klár yvir hvat er heilsugott. Harvið sagt hava vit tey almennu kostráðini, tí man er komin fram til, at tað er besta granskaða boðið uppá, hvussu tú heldur teg frá lívstílssjúkum, so sum diabetes og hjarta æðra sjúkum, sum longst, men fyri at fáa kropp og sinni at samanspæla, so byrja við sjálvsvirðinum fyrst.

 

Sjálvsvirði, eitt undirmett heilsuráð

Heldur enn at fokusera uppá hvat ongantíð riggar sum tú hevði vóna, so kann tað hava stóra positiva ávirkan, fyrst at hyggja inneftir. At arbeiða við sjálvsvirðinum og ikki at skilja kropp og sinn at, soleiðis sum vit ofta hava lyndi til at gera. Góð heilsa er so nógv annað enn hvørji kostvæl vit taka í dag og hvussu nógv vit venja um vikuna. Lat okkum byrja við at viðurkenna, at vit øll eru ymisk. So langt so gott. Ì sama viðfangi mugu vit lata vera við at samabera okkum við vinfólk og onnur ið vit halda, hava alt koyrandi fyri sær, tí innast inni eru vit klár yvir, at øll hava sínar avbjóðingar at dragast við og at ongin er perfekt. At samanbera seg við onnur er fínt um tað gagnast tínari motivatión og um tú kanst gleðast fyri onnur, tí hetta hevur alt positiva ávirkan á títt lív, men ofta kann ein samabering eisini føra til, at vit ikki føla okkum góð nokk, soleiðis at sjálvsvirði viknar. Tann perfekti Instagram-bloggarin hevur allarhelst tikið 30+ myndir áðrenn tann útvalda bleiv funnin. Fyristilla tær, um vit altíð sóðu eitt stutt filmsbrot sum vísti hvussu tað sá út ‘back stage’ áðrenn endaliga úrslitið bleiv ‘posta’. So skal líka ‘náttúrligt’ make-up á og so skal tann góði vinkulin finnast, soleiðis at kropsformurin sær perfektur út.

At viðurkenna at tú ert tú, við ella uttan alt tað tú ynskir at tú hevði haft, kann vera fyrsta stig til betri heilsu og sum kann byrja ein positivan sirkul, heldur enn tann ónda ið søkir tað perfekta og órealistiska, sum bæði kann tyngja kropp og sinn og forða fyri eini leið ímóti viðvarandi og betur vælveru. Tað er millum annað hetta við at finna javnvágina millum kost, rørslu og sjálvsuppfatandi tankar, ið eg fari at hugleiga meir um komandi tíðina.

Mítt ynski við bloggini er at stimbra til broyting á hvussu vit uppfata hvat góður ella ringur lívstílur er, at viðurkenna at ongin er perfekt og at gera upp við alt ella einki mentalitetin. Eg fari at umrøða evnir so sum; Venjing, kostætlan, restirktión/má-ikki eting, kostískoyti, BMI, mentalt heilsa, sosial heilsa, sjálv skontrol, vekt, kroppur og vanar. Um tú hevur ynskir um evnir sum skulu viðgerast ella spurningar tú ynskir at fáa eitt svar uppá, so ert tú vælkomin at skriva til Durita90@gmail.com.

Lýsing
Bloggarin
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald