KÍ vann tepurt á Víkingi
Venjingardystur var leiktur við Djúpumýru í dag.
Líkindini vóru kanska betri enn væntað, tí tað var spælandi hóast kalt og fitt av regni var. Hjá KÍ manglaðu Kristian Joensen og Simen Sandmæl, meðan Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar og Filip Djordjevic manglaðu hjá Víkingi.
KÍ vann dystin 2-1, har Víkingur fekk sítt mál í síðsta minuttinum. KÍ hevði munin í spæli og málmøguleikum. Spælið var tó merkt av hjá báðum liðum, at vit eru tíðliga í árinum. Tó var seinna málið hjá KÍ framúr væl gjøgnumspælt.
KÍ-Víkingur 2-1 (1-0)
1-0: Boris Dosljak (Upplegg: Patrik Johannesen)
2-0: Patrik Johannesen (Upplegg: Óli Ey. Poulsen)
2-1: Pól Enok Hansen (Upplegg: Hanus Jacobsen)
KÍ: Meinhardt P. Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Óli Ey. Poulsen - Jákup B. Andreasen, Takuya Matsunaga - Darius Lewis, Jóannes Bjartalíð, Boris Dosljak - Patrik Johannesen
Víkingur: Elias Rasmussen - Elias Lervig, Vukasin Tomic, Hjartvard Hansen, Hanus Jacobsen - Dion Splidt, Milan Svojic, Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar - Adeshina Lawal, Andreas L. Olsen
Bæði liðini skiftu nógv út gjøgnum dystin.