Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nei, hetta er ikki gamansleikur!

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  13.02.2019 - 10:59 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Hví mótvirka, at vinnan og tey sum virka í henni, skulu sleppa at varðaveita og menna tilfeingið, uttan at stjórnin tráliga yvirdrenar vinnuna fyri at fáa meiri til almennan rakstur

Soleiðis sum farið hevur verið fram seinastu árini, koma Eysturoyggin og Norðoyggjar at gjalda dýrt.

Høgni Hoydal og Tjóðveldi hava avgjørt, at fiskivinnan – tilfeingisvinnan – skal gjalda nógv  eyka. Hesar vinnur sum hava lívbjargað sær og 100-tals starvsfólkum og gjørt, at Føroyar mennast, skal rinda dygg gjøld út yvir allan skatt og og onnur gjøld fyri 100tals milliónir.

Poul Michelsen og Framsókn fyri at alivinnan ikki skal hava frælsi at mennast optimalt, skal fjøtrast við gjøldum umframt skatt, kostnaðargjøld o.a. eftir at hava givið mongum  hundrað arbeiði, syrgt fyri at Føroyar, við lítlum heimamarkna, menna seg til risa útflutning fyri milliardina.

Aksel Johannesen og Javnaðarflokkurin er bindilið millum hesar báðar og hevur skorðað undir – hóvar honum væl -  at hetta letur seg gera.

Og sum ein samandrátt, heldur Ingolf S. Olsen, at sjómenn og reiðarar, sum stríðast á Felmish Cap, skulu takka mirðiliga Landssýrinum fyri, at teir sleppa at gjalda fyri at veiða har yviri.

 

Teir bjargaðu Suðuroynni – ikki Landsstýrið

Havi spurt meg sjálvan – havi dygt samband við vinnuna her -  um hetta  sum ger, at føroyska vinnan, nú tað gongur so væl, ikki skal sleppa at varðveita avlop og menna egnu skaptu virði, út frá gávunum okkum eru givnar, uttan at stjórnin tíðum liggur eftir at drena vinnuna fyri at fylla landskassan og breiða seg út um avlopið har. Hetta m.a. ger, at flotin er og verður alt meiri og meiri afturútsigldir sammett við grannarnar.

Landsstýrið hevur í fleiri ára tíggjur tosa um at bjarga Suðuroynni. Hvør gjørdi, at nú fór at ganga frameftir og fólkatalið aftur fór at vaksa: tað var ein fyritøka í Gøtu og ein á Glyvrum. Hesar fyritøkur, sum okkara hávirda stjórn alt meiri drenar. Fyritøka úr Klaksvík ger íløgur á Eiði.

 

Hvat siga løgtingsfólk og borgarstjórar

At løgtingsfólk í Eysturoynni og í Norðoyggjum og borgarstjórar í hesum oyggjum ikki taka hesa støðu í størri álvara, og samfeldir seta seg saman, tað kann ein stórliga undrast yvir. – Tað tykist, sum alt hetta bara fer aftur við borðinum uttan víðari hugsan og viðgerð. Mint verður eisini á, at alt hetta hevur álvarsligar avleiðingar fyri avleiddar vinnur!

Samstundis sum alt hetta fer fram, verður alment bygt og bygt og almenni raksturin økist í stórum  og um okkara “stoltleiki” Glasir kostar 500 milliónir ella 700 milliónir, hevur ikki tann stóra týdningin. Peningurin verður játtaður.

Nei, fyri vinnuna og fólkið  í Eysturoynni og Norðoyggjum er “hetta ikki gamansleikur”!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi