Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skála venjarin leggur ikki dent á úrslit í venjingardystum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.02.2019 - 17:30 Ítrottur Tíðindi

Hóast Skála er besta liðið í venjingardystunum higartil, so tekur venjarin tað róligt og heldur ikki, at so nógv skal leggjast í úrslit í venjingardystunum.

Hyggja vit eftir venjingardystunum higartil og hyggja eftir stigum í miðal, so liggur Skála á odda. Stigatalvan sær soleiðis út, har liðini hava spælt millum 3 og 6 venjingardystir.

1. Skála 2,00 stig í miðal pr. dyst.

2. HB 2,00

3. NSÍ 2,00

4. EB/Streymur 1,50

5. AB 1,40

6. KÍ 1,25

7. B36 1,17

8. Víkingur 0,83

9. ÍF 0,40

10. TB 0,33

 


Skála hevur fortreytirnar

Eyðun Klakstein er venjari hjá Skála eins, og hann var í fjør, tá Skála endaði á 6. plássi við 29 stigum. Hann tekur tað róligt hóast góð úrslit higartil í ár.

- Úrslit í venjingardystum skulu takast við stórum fyrivarni. Tað er ymiskt, hvussu liðini eru fyri til einstakar venjingardystir, og hvat tey brúka dystirnar til. Hetta ávirkar avrik og úrslit, tí fokus er á annað. Vit hava verið rímiliga væl fyri at spæla venjingardystir. Spælararnir eru í rímiliga góðum formi, vit hava havt fáar skaðar, og vit hava havt nógvar spælarar at taka av. Vit hava havt lítla útskifting í hópinum í vetur og hava tí ikki verið so nógv nervaðir av broytingum, sum onnur lið helst hava verið. Vit hava framvegis nakrar vikur eftir at fyrireika okkum, og tá ið kappingin er komin í gongd, fáa vit eina betri ábending um, hvussu vit og hini liðini eru fyri. Skal eg fegnast um nakað við venjingardystunum, er tað, at vit hava fingið avgreitt flestu dystirnar í góðum líkindum, at vit hava fingið brúkt nógvar spælarar, at vit hava spælt væl til tíðir, og at vit hava skapt nógvar kjansir og skorað nógv mál. Hinvegin eru eisini partar av spælinum, sum eg als ikki eri nøgdur við, og sum vit skulu betra fram til kappingarbyrjan, sigur Eyðun Klakstein við Norðlýsið.

 


Skála-HB spæla finaluna leygardagin

Leygardagin verður finalan í VFF Kup, og hon verður millum Skála og HB, sum eru tey bæði bestu liðini higartil í ár.

- Tað besta við VFF Kup er, at vit fáa góðar venjingardystir undir skipaðum umstøðum. Kappingarelementið í kappingini er ikki so stórt. Venjararnir hava fokus á at fáa spælararnar í form, at spæla liðið saman og sum heild at fyrireika seg til landskappingina, tá ið tað av álvara fer at telja. Eg leggi ikki stóran týdning í, at vit eru í finaluni í VFF Cup, men eg gleði meg til at spæla venjingardyst ímóti besta liðnum í Føroyum seinasta árið, og at síggja onnur lið spæla. VFF dagurin plagar at vera ein hugaligur dagur, har flestu liðini eru til staðar, og tað ber til at síggja nógvan fótbólt og fáa okkurt gott prát, sigur Eyðun. Hann sigur at enda, at Skála hevur vant nakað meir áðrenn kappingarbyrjan í ár enn teir gjørdu í fjør.

- Uppstarturin byrjaði nakað fyrr, og vit hava vant nakað meira hendan veturin enn tann seinast. Tað hevur eisini verið ein fyrimunur fyri uppstartin, at teir flestu spælararnir halda fram, og tí kennist hetta árið meira sum eitt framhald av seinasta kappingarárið enn eitt spildurnýtt kappingarár. Eg vóni, at tað kann verða ein fyrimunur fyri okkum í longra lagi eisini, sigur venjarin hjá Skál at enda.

 


Finalan millum Skála og HB verður leygardagin kl. 17.00 á Tórsvølli. Sama daga spæla øll hini liðini eisini í Tórshavn um ymisku endastøðurnar í VFF Kup. Skráin er hendan:

Kl. 11.00: NSÍ-EB/Streymur (Tórsvøllur, dystur um 3. pláss)

Kl. 11.00: B36-Víkingur (ovari vøllur, dystur um 7. pláss)

Kl. 14.00: KÍ-AB (Tórsvøllur, dystur um 5. pláss)

Kl. 14.00: ÍF-TB (Ovari vøllur, dystur um 9. pláss)

Kl. 17.00: Skála-HB (Tórsvøllur, dystur um 1. pláss)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…