Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Mær leingist, mær leingist!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  15.02.2019 - 08:19 Bloggur Mentan Tíðindi

Hvørjum leingist eg so eftir? Røstum fiski og garnatálg? Feskari grind og spiki? Ræstari súpan? Kavakløddum fjøllum? Norðlýsinum og stjørnuklárum himli? Nei! Men, hvørjum leingist so mær eftir?  Jú, mær leingist eftir einari góðari gamaldags gráari Erichson telefon við snariskivu!

Eg eri so gamal, at eg minnist væl tíðina, tá telefon ikki fanst í hvørjum húsi, og tá tey gingu við telefonboðum frá støðini heimi við Ósánna.  Ella at onkur sum veruliga hevði týðandi ørindi, ringdi til ein granna, sum hevði telefon, og bað tey fara við boðum til viðkomandi. Slík boð snúðu seg ikki um smáting! Og tey sendu telegramm, ikki bara í samband við høgtíðsdagar, men eisini um okkurt serligt var áfatt.

Tað vóru eisini tey, sum onga telefon høvdu, men, sum fylgdu væl við í, hvat onnur søgdu í telefonini. Sjómanskonurnar høvdu radio stillað inn á Tórshavn Radio, og visti um alt samskifti millum skip og land, og mundu soleiðis fáa innlit í mong privat viðurskifti, sum annars ikki vóru ætlað almenninginum. Eg meini, at tað var ikki heilt lógligt, soleiðis at lurta eftir hesum samtalunum. Í skipstelefonunum var sjálvandi talan um ”skiftitalu”, bara ein kundi tosa á gangin, tá tú hevði sagt tað, ið sigast skuldi, so segði tú ”yvir” og hin tók við at tosa, inntil viðkomandi eisini segði ”yvir”, og soleiðis kundu tey halda framm.

Uppaftur onnur, sum høvdu ættarfólk á teimum smáu oyggjunum, høvdu stillað lurtitólið soleiðis, at tey eisini kundu hoyra samtalur av bygd til teir størru støðirnar. Hettar var vist eisini ólógligt, men kortini rættuliga vanligt, og tí visti mangur mangt, sum mangur ikki skuldi vita. Tað var eisini so høgligt, at bygdirnar høvdu ávísar avmarkaðar telefontíðir, so fólk vistu nøkulunda nágreiniliga nær fólk fóru at ringja.

Tær gomlu telefonirnar frá Telefonverk Føroya Løgtings, blivu so við og við avloystar av ljótum svørtum baccelite tólum við snariskivu – fyrst í høvuðsstaðnum, sjálvandi, og so úti um landið. Meðan undirritaði búði heima á Sandi høvdu vit eina tíð tvær telefonir í húsinum. Hina gomlu, ið skuldi vindast upp, til samtalur av oynni, og nýggju gráu Erichsson telefonina til samtalur í oynni. Tá tað ringdi tóku vit bara baðar telefonirnar í senn, og søgdu ”hallo” í báðar lúrarnar, fyri sikkurheits skyld.

Tað var heldur ikki sum at siga tað, at koma ígjøgnum við einari samtalu. Pápi mín bygdi nakrar útróðrarbátar eitt skiftið, og plagdi tá at siga, at ein samtala til Havnar kundu kosta honum ein hálvan arbeiðsdag at bíða, meðan ein satala av landinum eftir tilfari, kostaði ein heilan arbeiðsdag av bíðitíð. Um jóltíðir í 1964 var eg stæddur í Keypmannahavn, og skuldi ringja heim til foreldrini og boða frá, at eg fór til Noregs at vitja systrina á jólum. Eg bað um eina tríggjar minuttir samtalu til Føroyar á posthúsinum á Høvuðsjarnbreytastøðini í Keypmannahavn. Tað tók sjey tímar og fimm og fjøruti minuttir at koma ígjøgnum!  Tískil ringdu vit heldur ikki fleiri ferðir um dagin.

So við og við bleiv tað eisini møguligt at snara beinleiðis til útheimin, og tað kendist, sum ein lætti. Og! Tú hoyrdi hvat fólk søgdu, og hornið var trivaligt at halda í, um tú setti teg upp afturá og gorraði  í ein tíma ella tveir, so fekst tú ikki andsperr. Nógv høgdu innrætta seg so vísiliga, at tey høvdu telefonina úti í gongini, sum kanska var kaldasta rúmið í húsinum, og ongin stólur at seta seg á, so tað stytti kanska eitt syndur um samrøðurnar. Men, sum fráleið slapp telefonin eisini inn í stovuna, og enntá inn í sovikamarið!

Nú er vent í holuni.  Nú gongur hvørt mansbarn við telefon uppiá sær, og tey tora nóg illa út uttan at telefonin er við! Tí, hvat nú um nakað hendir? Ella um onkur vil hava fatur á teimum? Mínar fyrstu royndir við fartelefon vóru í Útvarpi Føroya fyri einum 25/30 árum síðani. Telefoninlúðurin var tá á stødd við eina vannliga telefon, men battaríið vigaði eitt tons, og vit bóru tað í leðurtasku um herðarnar.

Sum er, gløðir telefonin allan dagin, og foreldrini kunnu, via GPS, fylgja við hvar børnini eru. Fólk sum ganga, súkkla, koyra bil ella verða koyrd, hava antin telefonina fyri oyra ella stara tey í telefonina.  Børnini í skúlanum her í grannalagnum koma út við tasku á rygginum, men telefon í hondini.

Og, skal rætt verða rætt, so er fartelefonin mangan hent, so hent, at ein undrast yvir hvussu tað bar til at liva áðrenn fartelefonina? Hettar lítla nirsli tú stendur við í hondini, hevur so nógvar møguleikar, at ein kann bara gerast bilsin, um ikki blíva í ørviti.

Men, mær leingist kortini eftir góðu gomlu gráu Erichson telefonini, tí har hoyrdi tú hvat fólk søgdu. Við hesum nýggju telefonunum skal onki til fyrr enn tað skróðar og skrættar, og tú hoyrir øll ljóð, uttan røddina á tí tú tosar við. Eg havi roynt oyrasniglar og mangt annað gott, men úrslitið er tað sama, um fólk í hinum endanum ikki sita pinnastill, meðan tey tosa, og ikki flyta telefonina ein millimetur.

Sjálvur havi eg eina kolfýrda nýútgávu av einari gamlari NOKIA fartelefon, sum tey flestu munnu halda lítið um. Men, fyri okkum, sum hav arvað labbar eftir timburmonnum og útiróðrarmonnum, er hon so lítil, at hon mestsum hvørvur í hondini, og tað er eitt størri kynstur, at halda henni soleiðis, at hátalarin er fyri oyra, og mikrofonin fyri munnin samstundis. Og er samtalan longri enn nakrar minuttir, so fær ein krampa av at halda nirslinum.

Nostalgi er sjálvand at samanlíkan við luftkastellir, men eg sakni kortini hina góðu gomlu gráu telefonina við trivaligum lúri, har tú hoyrdi hvat fólk søgdu, og ikki fekk andsperr av at tosa við tey. So kunnu tygum siga, keyp tær so eina ordiliga telefon!  Ja, eg havi eina slíka á borðinum her, men hon skróvar so illani, at illa ber til at nýta hana, hóast hon er heilt nýggj.

Eg ringdi til telefonverkið og gjørdi vrøvl, og segði at linjan var alt ov vánalig. Tey lovaðu at kanna málið - tað gjørdu tey, og úrslitið var, at av teimum tíggju íbúðunum í uppgongdini her, eru vit tey einastu sum enn hava eina ”fast net” telefon, og at vit tí noyðast at gjalda einar 5 – 6 túsund krónur fyri at fáa nýggjar leidningar lagdar inn. Tað er dýrt at vera eitt knarr og gamal!

 

 

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni