Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðsøki góðan túr á Føroya Banka

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  13.10.2025 - 14:49 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgun landaði útróðrarbáturin Norðsøki á Toftum. Teir vóru ávegis av Føroya Banka til Klaksvíkar og manningin varð bæði fegin og troytt.

 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð. Tíð var tikin til prát, drekkamunn, Guds orð og bøn.

Símin Pauli Simonsen, siglir við sum dekkari og lastamaður. Uppá fyrispurning um hvussu túrurin hevur gingist, svarar hann:

-Hann hevur gingist væl. Vit hava umleið 23.000 pund, ella 11,5 tons á 96 stampum. Tað er meiri enn 200 pund uppá stampin, og tað kalla vit fyri góðan fiskiskap!

-Størra helvtin er hýsa. Uml. 8000 pund er toskur, og alt er stórur toskur, uttan uml. 100 kilo er tríari. So er nakað av longu og fitt av havtasku, sigur hann.

-Er toskurin feitur?

-Ja, Í fjør var nógv av rakfiski, meðan vit hendan túrin fingu bara fýra rakfiskar. Tí meta vit, at toskurin er væl betri fyri í ár enn somu tíð í fjør, sigur Símin Pauli.

-Hvussu hevur annars vignast hjá Norðsøka í ár?

-Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum. Vit lógu nakrar vikur í vár vegna trupuleikar við kervinum (gearinum), og so varð báturin málaður. Snellutúrarnir við Ísland gingu eisini væl, sigur hann.

-Hvussu eru útlitini hjá útróðrarbátunum?

-Eg skal ikki gera meg klókan uppá tað, men eg haldi tey eru góð. Tað er brúkiligur fiskiskapur og so eru prísirnir sera góðir. Við núverandi góðu fiskaprísum, eru 100 pund uppá stampin, brúkiligur fiskiskapur, sigur Símin Pauli.

Fimm mans eru við Norðsøka. Fýra umborð og ein í skúrinum, sum stendur fyri egningini.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Er bilurin klárur til veturin!
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Seinastu israelsku gíslarnir leysir – vó…
- Sansið, nertið og følið lívið
Bókasavnið í heyst­frítíðini
Video: Gekst illa hjá Teistanum at leggj…
Samhandilin millum Danmark og Russland e…
Trump í Ísrael eftir gíslaleysgeving
Teir fyrstu sjey gíslarnir eru leyslætni…
Hann gav okkum tað, vit vildu hava!
Eyðun Klakstein er lands­liðsvenja­rin við…
Veðrið í vikuni
Fleiri met til føroyska landsliðið
Føroyar vunnu 2-1 á Kekkia
Lýsing