Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingar fyri friði fegnast um friðaravtaluna í Miðeystri

SKRIVAÐ: Henrik Weihe Joensen, forfólk  |  14.10.2025 - 09:38 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyingar fyri friði fegnast um friðaravtaluna, sum nú er komin undir land í Miðeystri og at gíslarnir í hesum sambandi eru latnir leysir.

Kríggið hevur viðført stóra líðing fyri túsundatal av ósekum sivilum fólkum. Nú er tíðin komin, at ísraelar og palestinar í tøttum samstarvi, og við stuðli uttanifrá eitt nú viðvíkjandi seming, byggja upp av nýggjum við tí felags endamáli, at skapa varandi frið í økinum.

Týdningarmikið er áhaldandi at varpa ljós á frið millum fólk, fólkasløg og heimsins lond, og at hildið verður aftur at vápnadubba.

Føroyingar fyri friði vóna og vænta, at varandi friður fæst í lag í Miðeystri. Samstundis eru vit tilvitaði um, at kríggj tíverri framvegis herja í heiminum, har ósek menniskju dagliga líða – og hetta eiga vit at hava í huga, nú friðaravtala er fingin í lag í Miðeystri.

 

Hoyvík, 14. oktober 2025

Henrik Weihe Joensen, forfólk

Lýsing
Seinastu tíðindini
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli
Ungdómsting fyri 10. ferð
Bøgøta verður einvegis
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur
Pison inni við góðum 100 tonsum
Hjarnar eru svangir
Skifti í leiðsluni
Ruddingarátak í Kalsoy
FM Radio: Spælið gjørdist betri og betri
Oddbjørn Joensen valdur í kirkju­ráðið
Ókeypis fyrilestur við skíggjaser­frøðing…