Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. oktober

SKRIVAÐ: Miðnám á Kambsdali  |  14.10.2025 - 10:39 Mentan Tíðindi

20. oktober klokkan 13.30 verður almenn móttøka á Kambsdali í samband við, at seinasta og størsta byggistig í út- og umbyggingini av Miðnámi á Kambsdali er liðugt. Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum heldur røðu, skúlakórið syngur, og øll eru boðin til ein drekkamunn og okkurt gott til góman.

 

“Vit eru sera væl nøgd við nýggju karmarnar. Bæði í vavi og fakliga fara nýggju karmarnir at nøkta tørvin nógvu komandi árini. Vit hava loksins stór felagshøli, sum samstundis binda gomlu skúlarnar veruliga saman, og vit hava fingið nýtímans høli til náttúrulærugreinirnar. Eisini er køkurin umbygdur og víðkaður, og samstundis eru gomlu náttúrustovurnar tøkar til økta virksemið á Kambsdali,” sigur Christian Joensen, rektari

Tað vóru Zeta arkitektar, sum vunnu arkitektakappingina á heysti 2018, men ikki fyrrenn í august 2023 bleiv ferð sett á sjálva byggingina, sum Búsetur hevur havt høvuðsábyrgdina av. Samlaði kostnaðurin fyri byggingina er um 94 milliónir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mimmy vitjar Norðlýsið
Góða heystfrí
Vín og føroyskur matur í søguríka Biskup…
Dansivetu­rin byrjar
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Friður á pallinum: Nú er Selsdon klárur
Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. o…
Føroyingar fyri friði fegnast um friðara…
Nýggjur KÍ sangur
Aftur tepurt tap
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Er bilurin klárur til veturin!
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Seinastu israelsku gíslarnir leysir – vó…
Lýsing