Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu steðga almennu sentraliseringini áðrenn ov seint er

SKRIVAÐ: Týtt úr norskum: JWJ  |  17.02.2019 - 07:16 Politikkur Tíðindi

Tað skrivar norski Stórtingslimurin, Torgeir Knag Fylkesnæs úr flokkinum SV (Sosialistisk Venstre), í norska blaðnum Nationen.

Síðan 2008 hava helvtin av borgarunum í heiminum búð í býum og vantandi fara 66%  av heimsins borgarum at verða býarmenniskju í 2050.

Upprunaliga orsøkin til sentraliseringina sum byrjaði fyrst í 1800 talinum var tann vaksandi industraliseringin av samfelagnum. Men høvuðs orsøkin til øktu sentraliseringina, síðan seinasta heimsbardaga og serliga seinastu 50 árini er fyrst og fremst orsaka av menningini av almennum tænastum og plaseringin av almennum tænastustovnum. Tað vil siga at økta sentraliseringin vit uppliva í dag er beinleiðis orsaka av politiskum og bygnaðarligum avgerðum hjá almennum stovnsleiðslum og politikkarum.

Við øðrum orðum; vit hava sjálvi valt politikarar sum hava tikið avgerðir sum  sentralisera samfelagið.

Stóri spurningurin er um hendan gongdin framhaldandi fer at gagna samfelagnum. Er tað til frama fyri tjóðina at allir landsins borgarar fara í framtíðini at búgva í býarsamfeløgum?

Eg haldi ikki.

Men skulu vit broyta gongdina verða vit  noydd til at menna eina politiska ætlan, sum skal menna ymisku økini kring um í landinum, so bygdarsamfeløgini eisini kunnu yvirliva.

Les meira her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará