Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað er ikki skúlasamstarv at stjala og kopiera breytir, onnur hava bygt upp

SKRIVAÐ: Steinbjørn O. Jacobsen, Tjóðveldisumboð í Klaksvíkar býráð  |  18.02.2019 - 00:21 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Fyrst roynir forstjórin á Glasum í fýra ár tann harða vegin at trýsta politiska myndugleikan til at kopiera tøknibreytina á TSK í Klaksvík til Havnar, men nú tað ikki eydnast á tann hátt, brúka teir aðrar snildir, nú ein stjóri afturat á Glasum kemur út og kallar hesa kopieringina fyri “samstarv”.

Stjórin á Glasum hevur í fýra ár roynt tann harða vegin við trýsti og almennum úttalilsum at tvinga politisku skipanina til at taka enn eina tænastu – hesaferð eina  útbúgvingarbreyt – sum er bygd upp í Klaksvík, og kopiera hana til Havnar.

Men nú tað vísir seg ikki at eydnast tann harða vegin, verður ein nýggj kanin drigin upp úr hattinum á Glasum, tí nú stígur ein annar av stjórunum á Glasum fram alment, og hann brúkar meira snildir enn hin fyrri. Nú er boðskapurin, at hetta er als ikki ein spurningur um at krevja nakað til Havnar, nei nú hevur barnið fingið eitt nýtt navn, ið eitur nakað so vakurt sum “samstarv” og “ein spurningur um næmingarnar”!

Hesin seinni stjórin tykist vera meira fevnandi og fittur, tí hann vil “taka sær av” ungdóminum kring landið við at bjóða samstarv, men innan fyri hvíta seyðaskinnið er hesin stjórin akkurát líka eirindaleysur sum hin fyrri. Endamál hansara er fult og heilt tað sama: at fáa hendur á tøknibreytini, sum TSK í Klaksvík hevur bygt upp og ment, og sum væl og virðiliga er førur fyri at bjóða hesa til allar føroyskar ungdómar.

Hetta er nevniliga eitt álvarsmál, tí her avdúka stjórarnir á Glasum, at teir als onga virðing hava fyri tí flotta arbeiði, sum TSK í Klaksvík hevur gjørt við at byggja upp sítt kjarnuvirksemi kring tøknibreytina, sum verður boðin til allar føroyskar ungdómar í sera góðum og spennandi umhvørvi. Men hetta rørir ikki stjórarnar á Glasum, tí í teirra hugaheimi er eingin úbúgving nóg góð, fyrr enn hon er partur av teirra egna kongaríki!

 

Samstarv er at brúka hvørs annars styrkir – ikki at stjala tær!

Um leiðslurnar á Glasi veruliga meina tað, teir nú siga, at hetta er ein spurningur um næmingarnar og um eitt samstarv, so er málið ómetaliga lætt at loysa.

Loysnin á málinum er, at stjórar og fólk í Havn gera tað sama, sum vit allir aðrir føroyingar eru noyddir at gera og altíð hava gjørt, nevniliga at senda okkara næmingar hagar, tilboðini eru at fáa. So einfalt er tað.

Klaksvíkingar senda ungdómar upp í fleiri flokkar í frálíka skúlan á Kambsdali at ganga í student – eingin grenjar um tað. Klaksvíkingar senda hópin av næmingum til Havnar at lesa til maskinmeistara, skipsførara, námsfrøðing, lærara, sjúkrarøktarfrøðing o.s.fr., og merkiligt nokk grenjar eingin um tað, og eingin tosar um at seta á stovn somu skúlatilboð í Klaksvík, tí so verður nevniliga talan um eina dupultfunktión, tí so brúkar landið pengar til sama tilboð á tveimum støðum, sum kann vera – og er – á einum stað.

Um tit á Glasum meina nakað sum helst við tykkara orð um samstarv, so er bara at byrja longu í morgin við at vísa tykkara næmingum á ta framúr skúlatilboð, tøknibreytina, sum TSK í Klaksvík hevur bygt upp og bjóðar øllum føroyingum.

Um tit meina samstarv, so handlið bara upp á tykkara góða vilja og ávirkið tykkara næmingar og vísið teimum á, at tað er líka stutt úr Havn til Klaksvíkar, sum tað er úr Klaksvík til Havnar, luftin er tann sama, landið er tað sama, umhvørvið er spennandi, innovativt og gevandi – og harumframt hava okkara myndugleikar brúkt milliardir – og fara at brúka enn fleiri – soleiðis at tað skjótt verða umleið 35 minuttir at koyra til TSK úr Havn!

Tað er bara at fara í gongd, tit stjórar á Glasum, og vísið ungdóminum á henda møguleika, tí á TSK í Klaksvík er pláss fyri fleiri flokkum! TAÐ hevði nevniliga verið samstarv frá tykkara síðu, og tað er júst tað sama, sum vit kring landið gera, tá ið vit senda okkara hundratals næmingar í skúla, har skúlatilboðið er. Landið er nevniliga bundið saman til tað sama – eisini til havnarfólk at gera brúk av!

Samstarv snýr seg nevniliga um at brúka hvørs annars styrkir, íløgur og innsatsir – ikki at stjala tær frá hvørjum øðrum.

Hví skulu vit føroyingar kring landið royna at burturbeina dupultfunktiónir, um havnarfólk sleppa við at gera júst tað øvugta, nevniliga at stovna dupultfunktiónir?!

Tá ið ein lóg er galdandi fyri Føroyar – er hon tá ikki eins væl galdandi fyri Havnina?

 

Latið nú TSK fáa høvi at menna og marknaðarføra tøknibreytina!

TSK í Klaksvík er nú einasti sjálvstøðugi tekniski skúlin, sum er eftir í landinum, og tí er tað bæði rímiligt og nátúrligt, at hesin spennandi skúli fær høvi at menna ta nissju, sum hann hevur brúkt ár og orku uppá at menna og bjóða føroyska ungdóminum.

TSK er ein spennandi skúli í snotuligum og nútímans umstøðum, og tað vildi verið ørskapur at tikið kjarnutilboðið og livibreyðið frá hesum skúla, bara tí at nakrir stjórar í Havn ikki tola at lata onkur skúlatilboð mennast aðrastaðni í landinum, soleiðis at Glasir ístaðin kann brúka sína orku til aðrar spennandi útbúgvingarmøguleikar, hetta so ungdómurin fær enn fleiri møguleikar at velja ímillum – tað er jú so stutt millum Havnina og Klaksvík, og tað kann bara gagna ungdóminum at flyta seg í onnur umhvørvi, serliga tá ið hesi liggja so tætt.

Trupulleikin hjá stjórunum á Glasum eru nevniliga ikki, at teir vilja “samstarva”, enn minni at teir “hugsa um næmingin”. Nei, teirra “trupulleiki” er, at teir síggja ikki Føroyar sum eitt væl samanbundið land. Teir síggja faktiskt ikki økini uttan fyri Havnina sum fult verdigar luttakarar í skúlaskipan Føroya, tí í teirra eygum má og skal alt liggja í Havn, tí annars er tað ikki nóg atkomiligt hjá havnarborgarum.

Vit vita, at nógvir norðingar lesa til maskinmeistara í Havn, men um vit í Klaksvík t.d. har gjørdu tað sama sum stjórarnir á Glasum og kravdu at sleppa at kopiera maskinmeistaraúbúgvingina til Klaksvíkar, tí tað er so langt í skúla hjá norðingum, so skuldu tit bara hoyrt orð sum “dupultfunktión”, “lokalpatriotar”, “landið er jú samanbundið til tað sama” o.s.fr. o.s.fr. o.s.fr.

Sum royndur politikari havi eg sæð og hoyrt nógv í mínum drúgva politiska lívi, men eg má viðganga, at eg øtist og harmist stórliga um tann sjálvsøkna og snævurskygda hugburð og áleypandi atburð, sum stjórarnir á Glasum leggja fyri dagin við sínum álopum á kjarnutilboðið á TSK í Klaksvík, sum skjótt fer at liggja 35 minuttir frá Havnini, og sum bæði hevur pláss, útgerð, lærarar, førleikar og best hugsandi umstøður til at bjóða øllum Føroya ungdómum hesa breyt, sum skúlin hevur brúkt á og orku uppá at byggja upp og menna.

Eg fari tí at enda hetta seinna almenna bræv mítt við at senda eina staðiliga áheitan á mín egna floksformann, Høgna Hoydal, sum ein av samgonguleiðarunum í núverandi landsstýrissamgongu um at steðga hesum sentralistisku álopum, sum størsti miðnámsskúli í landinum í løtuni ger á ein annan, minni miðnámsskúla, hóast hesir stjórarnir nú fýra ferðir hava fingið boð frá sínum yvirorðnaðu, at teirra ynski og krøv verða ikki eftirlíkað.

 

Klaksvík, 18. februar 2019

 

Steinbjørn O. Jacobsen

Tjóðveldisumboð í Klaksvíkar býráð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja