Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jan Nystrøm listaframsýning í Miðstovuni

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  19.02.2019 - 11:22 Mentan Tíðindi

Talan er um áhugaverda listaframsýning, sum Jan Nystrøm hevur í Miðstovuni í gomlu handilshúsunum Úti í Klaksvík – Miðstovan liggur millum Spania-stovu og Leikalund.

„365 - Ein tekning hvønn dag í 2018“ er ikki minni áhugaverda heitið á listaframsýningini, har Jan Nystrøm sýnir fram úr tekningavavinum frá 2018, tá ið hann setti sær fyri at gera eina tekning hvønn dag.

Jan gekk í Holbæk kunst højskole 2004 og á The Drawing academy í Viborg 2011.

Hann hevur havt listaframsýningar runt alt landið, og hevur havt framsýning í Leikalund fleiri ferðir fyrr – eisini var hann við á Summarlist í fjør.

Jan er ein fjølbroyttur listamaður, sum fæst við tekning, tónleik, animatión, grafiti/vegg-myndir, og tað kemur heilt víst meira á listan seinni.

Fernisering við tónleiki er á skrá mánadagin 18. februar kl. 18.  Ein biti við onkrum svalandi verður eisini at fáa.

Framsýningin er opin allar dagarnar í Torravikuni í Miðstovuni, mánadag - fríggjadag kl. 16 - 21.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja