Lýsing
Lýsing
Lýsing

DM inni: Tvey bronsuheiðursmerkir og trý føroysk met

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  21.02.2019 - 18:00 Ítrottur Tíðindi

Farna vikuskifti fingu Rebekka, Oddvør og Maria góð úrslit í DM innandura, sum bleiv hildið í Spar Nord Arena høllini í Skive.

Farna vikuskifti fingu Rebekka, Oddvør og Maria góð úrslit í DM innandura, sum bleiv hildið í Spar Nord Arena høllini í Skive.

Rebekka setti tvey føroysk met, Maria setti eitt føroyskt met, tvey bólkamet og tvey persónligt met. Oddvør setti eitt bólkamet.

Rebekka rann 800m, 1.500m og 3.000m. Oddvør rann 200m, 400m og 800m, meðan Maria rann 400m og 800m.

Oddvør legði fyri leygardagin kl. 12.10 við at renna 200m. Hon rann 27,52 sek. sum er 0,14 sek. frá hennara persónliga meti. 

Kl. 14.00 var ein spennandi 1.500m finala hjá kvinnum á skránni. Favorittur var Maja Alm, meðan kappingin um silvur- og bronsuheiðursmerkini allarhelst fór at verða ímillum Rebekku og Annu Mark Helwigh, sum blivur ávikavist nummar eitt og tvey í 1.500m til DM uttandura í fjør. Rebekka hevur tvær ferðir í ár runnið 4.32 min. og hesuferð vildi hon sera fegin koma undir 4.30 og seta bøta metið 4.29,60min. sum hon setti til DM innandura í 2016.

Longu eftir fyrsta umfar Maja leys, við Annu og Rebekku á næstu plássunum, sum eisini vóru leysar. Eftir at hava runnið 800m uppá 2.20 min. fór Rebekka framvið Annu, men slapp ikki leys frá henni. Tíðin hjá Rebekku á 1.000m var 2.56,5 min. so eitt føroyskt met lá í luftini. Maja gjørdist vinnari við 4.22,42 min. Á seinastu hundrað metrunum fór Anna framvið Rebekku, sum ikki megnaði at svara aftur. Anna setti persónigt met á øðrumplássi við 4.24,92 min. meðan Rebekka á triðjaplássi náddi málið og setti nýtt føroyskt met við 4.26,35 min. Hendan tíðin hjá Rebekku gevur sambært "IAAF Scoring Tables of Indoor Athletics" 1022 stig, sum er hægsta stigatal fyri eitt úrslit nakrantíð í føroyskum frælsum ítrótti - flott Rebekka og hjartaliga tillukku.

Kl. 16.00 vóru tvær semifinalur á 800m á skránni og skuldu tær allar tríggjar luttaka. 10 kvinnur blivu býttar í tveir riðlar við 5 rennarum. Vinnarin í hvørjum riðli og harnæst fýra tær skjótastu tíðirnar komu í finaluna.

Rebekka kom í fyrsta riðil og gjørdist nummar trý við 2.16,06 min. so nú varð spennandi at fylgja seinna riðili har Oddvør og Maria luttóku. Oddvør valdi at renna varliga og ikki fylgja hinum frá byrjan. Maria fylgdi væl við frá byrjan og hevði beint undir 36 sekund. Ferðin øktist fyri hvørt umfar hjá hinum og Maria royndi at fylgja teimum, men misti nakað. Hóast tað, so rann hon skjótari fyri hvørt umfar og kom á mál sum nummar fýra við 2.16,39 min. bert 34/100 frá einum finaluplássi. Væl runnið og nýtt bólkamet. Oddvør kom á mál við 2.29,63 min. sum er væl seinni enn hon hevur runnið fyrr. 

Sunnudagin kl. 14.45 var 800m finalan. Seks, á pappírunum, sera javnar kvinnur, sum allar hava persónlig met á umleið 2.10 min. Eftir fyrsta umfar lá Rebekka á fimtaplássi, og eftir næsta rann hon seg fram á fjórðapláss og tíðin vísti 66 sekund. So settu tær ferðina munandi upp frammanfyri og tá kláraði Rebekka ikki at fylgja við. Hon endaði á sættaplássi við 2.14,51 min. 

Í 400m vóru fýra riðlar. Oddvør var í riðili tvey og Maria í riðili trý. Oddvør hevur í ár runnið 61,40 sek. og Maria setti fyrr í ár føroyskt met við 59,31 sek. Oddvør rann hesuferð ársbestu tíð við 60,94 sek. og setti samstundis bólkamet. 

Maria rann aftur sera væl og betraði sítt egna føroyska met, so tað nú er 58,88 sek. Samlað rakk tað til eitt flott sættapláss.

Rebekka, sum longu hevði runnið tríggjar kappingar, skuldi bert ein tíma eftir 800m finaluna renna finalu í 3.000m. Spennandi var at vita hvussu nógv orka var eftir í beinunum. Aftur her var Maja Alm, sum seinasta vikuskifti sett danskt met, greiður favorittur frammanfyri Simonu Glad. Stórur spenningur var um hini plássini og vóru fleiri sum høvdu næstan somu tilmeldingartíðir. Maja og Simone vóru sum væntað leysar frá byrjan. Ferðin aftanfyri passaði sera væl hjá Rebekku. Hon lá væl fyri og rann fyrstu 1.000 metrarnar uppá 3.22 min. og eftir 2.000m vísti tíðin 6.43 min. so um hon megnaði at økja eitt sindur restina, so var føroyska metið á 9.59,91 min. hjá Bjørk Herup Olsen frá 2012 møguligt at náa.  

Á seinastu tveimum umførunum kláraði Rebekka at økja ferðina so mikið, at hon rann seinastu 1.000m metrarnar uppá 3.16 min. og setti nýtt met við 9.59,60 min. Av tí at rennarin frammfyri Rebekku á triðjaplássi er norsk og tí ikki telur við í DM, so fekk Rebekka bronsuheiðursmerkið. Maja Alm á fyrstaplássi setti danskt met við tíðini 9.11,65 min. og Simone Glad á øðrumplássi setti persónligt met við 9.25,09 min. Norska kvinnan rann uppá 9.52,16 min.

Sum punktum fyri DM skuldu tær tríggjar, Rebekka, Oddvør og Maria, saman við Sarah Sækmose, sum vann bronsu í 400m, renna 4x200m fyri Vejle IF, og hóast tær endaðu sum nummar átta av teimum níggju liðunum, so settu felagsmet fyri Vejle IF, so tað nú er 1.48,41 min. Harumframt vóru bæði 1.500m og 3.000m hjá Rebekku eru eisini nýggj felagsmet í Vejle, og 800m hjá Mariu er bólkamet fyri gentur 17 ár.

Øll úrslitini frá DM innandura 2019 er á hesi leinkjuni: Resultater DM indendørs 2019

Samanumtikið eitt sera gott vikuskifti við sera góðum úrslitum, sum lova gott fyri komandi kappingar. 

Vikuskiftið sum kemur fara Oddvør, Maria, Vibeka og Julian, saman við trettan øðrum føroyingum at luttaka í DM fyri ung. 

(Myndirnar hevur Lone Dybdal tikið)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…
Brúkar tú blinkaran?
Fíggjarlógar­arbeiðið úr einum javnstøðus…
Tøkk - Maria Sofía Skærtóra Viðoy
Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 5