Lýsing
Lýsing
Lýsing

At uppfinna djúpar tallerkar av nýggjum

SKRIVAÐ: Johan Dahl  |  22.02.2019 - 11:28 Lesarabrøv Politikkur

Landsstýrið er komið við uppskoti um at broyta lógina fyri Realin. Hetta kann ikki annað enn sigast at vera ein roynd at uppfinna djúpa tallerkerin av nýggjum, og sum er í brúk.

Longu í 2009/ 2010 fekk eg sum landsstýrismaður skipa soleiðis fyri, at føroyskar fyritøkur, kunnu fáa útflutningskreditt gjøgnum danska Eksport Kreditfonden, nevndur EKF. Hetta er ein skipan, sum landsstýrið nú næstan 10 ár aftaná, ætlar at uppfinna umaftur. Ei undur í, at vinnan við Vinnuhúsinum á odda ikki sigur seg hava tørv á hesum.

Tað átti at veri rættuliga einfalt, at tað ikki er neyðugt hjá okkum at finna uppá skipanir, sum vit longu frammanundan hava góða atgongd til, hetta umvegis okkara góða samstarv í Ríkisfelagsskapinum.

Sum borgarar í Ríkisfelagsskapinum hava bæði vit og og vinnulív okkara rættindi, sum vit sjálvsagt eiga at gagnnýta landinum at frama.

Enn einaferð hevur Ríkisfelagsskapurin prógvað sítt virðið.

Umframt EKF hevur vinnan eisini aðrar tryggingarmøguleikar sum t.d. Atradius, sum er spesialiserað í at veita debitortrygdir til útflytarar - so at fara at áleggja Realinum hesa nýggju og heilt øðrvísu uppgávu, gevur ikki meining.

Lat Realin gera tað, sum Realurin skal ella er settur í verðina til, nevniliga at fíggja skip og aðrar flótandi eindir.

Tað er heldur ikki so lítið tankavekjandi, at núverandi samgonga ikki er komin longur enn til 2009.

Johan Dahl

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja