Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrsti leiðarastólurin

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  27.02.2019 - 05:19 Bloggur Vinna

At seta seg í tann fyrsta leiðarastólin er nakað heilt fyri seg. Hetta kunnu uttan iva flestir leiðarar skriva undir uppá. Og hugsa teir seg um, minnast teir møguliga eisini aftur á sítt ágrýtni, dirvi og ja, feilir, sum fylgdu við.

Hvat krevst, fyri at tú kemur heilskapað/-ur ígjøgnum teir fyrstu 100 dagarnar, og hvussu stýrir tú rundan um tær stóru vegabumburnar, samstundis sum tú tryggjar tær góðan felagsskap í tínum toymi og fært fylgiskap?

Ráðini eru mong, og eg havi valt at vísa á fimm punkt, ið eg havi upplivað geva viðvind, tá ið ræður um persónliga leiklutin hjá einum leiðara.

1.     Samskift javnan – um leyst og fast. Tryggja tær regluligt samskifti við øll í tínum toymi. Hetta merkir, at tú regluliga kemur runt og møtir starvsfólkinum. Mínar eygleiðingar vísa, at leiðarar, ið meistra javnan at hava gott samskifti við síni starvsfólk, hava lættari við at fáa eitt sterkt toymi. Ein orsøk til hetta er, at leiðarin gongur á odda, tá ið umræður at leggja grundarsteinarnar í viðferð, samskifti og hugskotum - og hetta smittar av á starvsfólkini og verður ofta eisini teirra grundarsteinar í toyminum, tá ið tey samskifta og samstarva sínámillum. Harumframt skal tú eisini hava gott samskifti við deildirnar, ið tit samstarva við. Hetta leggur lunnar undir gott samstarv millum deildirnir, soleiðis at deildirnar fáa virðing fyri hvør aðrari.

2.     Røk felagsskapin – gev rúm fyri, at felagsskapurin kann blomstra! Ein góður felagsskapur, har starvsfólkini trívast og kenna seg trygg, er alfa og omega, partvíst tí at starvsfólk fara at geva hvør øðrum størri ans, og harvið gerast tey eisini hjálpsom og fáa ábyrgdarkenslu mótvegis hvørt øðrum, og partvíst tí góður felagsskapur krevst, um tú ynskir framdrift og røkka nýggjum málum. Hetta leggur eisini lunnar undir hugskotum og innanhýsis frálæru millum starvsfólkini!

3.     Ver forvitin – og spyr nærri um eitthvørt. Í dag vita vit, at leiðarin ikki er alvitandi. Í flestu toymum eru starvsfólk, ið hava tilognað sær eina servitan, tí tey hava starvast á sínum øki í nógv ár – hetta ger tey til serfrøðingar á sínum øki. Ver eisini opin fyri nýggjum sjónarmiðum og kjakast um tey – møguliga kanst tú saman við starvsfólkinum finna fram til nýggj uppskot, loysnir, mannagongdir o.s.fr.

4.     Hav virðing – tað er umráðandi at hava virðing fyri tí arbeiði, sum starvsfólkini í tínum toymi hava um hendur. Og tí skalt tú sum tað allarfyrsta ikki koma inn og tosa um tínar nýhugsanir og broytingar, sum tú vilt fremja (sjálvt um tey flestu vita, at tú kemur at fremja onkra broyting).

5.    Kenn tín blindvinkul –  og ger teg tilvitaðan um hann í gerandisdegnum.

 

Yrkisføri mótvegis persónleika

Góði gamli stjórin hjá mær í Danmark segði altíð, at tað var utopi at halda, at til ber at finna tann heilt rætta leiðaran. Og ja, nakað er um tað - sjálvt um vit fingu millum 80 og 150 umsóknir fyri hvørt leyst starv, so var tað sum at leita eftir húki á bládýpi, m.a. tí vit ofta leitaðu eftir fólki, ið høvdu allarbestu førleikar á ávísum økjum umframt góðan persónleika, sum hóskaði inn í virkismentanina. 

Serliga upplivdu vit umsøkjarar, ið  annaðhvørt vóru fakliga sterkir ella høvdu góðan persónleika og eitt leiðslugrundarlag, ið var í tráð við okkara. 

 

Og hvønn profil skal ein so velja?

Í Danmark havi eg sitið til nógvar setanir, har eg havi upplivað, at umsøkjarar hava verið fakliga sterkir, men ikki hava havt eitt nøktandi leiðslugrundarlag, sum teir kunnu byggja víðari á. Og umvent hava verið umsøkjarar, sum høvdu gott og tilvitað leiðslugrundarlag, men vantaðu fakligt innlit og royndir.

Í slíkum førum er tað ofta soleiðis, at vit kundu ynskt okkum at smelta tveir umsøkjarar saman. Men spurningurin, ið vit kunnu seta okkum, er: hvar og hvat ber til at læra? Um stjórin velur ein umsøkjara, sum vantar annan partin, má onkur í fyriskipanini traðka til og geva umsøkjaranum tann neyðuga kunnleikan umframt meta um, hvørt uttanhýsis frálæra ella mentor-avtala er neyðug.

Eg kundi hugsað mær, at omanfyri nevndu fyribrigdi eru eisini sera vanlig í Føroyum. Í Danmark gerast tey ungu ógvuliga skjótt serfrøðingar á einum ávísum øki, og hjá teimum er næsta stigið at seta seg í ein leiðarastól. Og fyri at tryggja gott skifti frá serfrøðingastarvi til leiðarastarv fáa tey tillutað innanhýsis upplæring, mentor-avtalu ella uttanhýsis frálæru, soleiðis at teir kunnu ogna sær vitan í leiðsluheiminum. At seta alt hetta í gongd er sjálvandi kostnaðarmikið hjá fyritøkuni, men vónandi eisini ein góð íløga, sum frá líður.

Eg ynski tykkum góða eydnu, næstu ferð tit skulu finna tykkum nýggjan leiðara.

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB