Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvalbiartunnilin er meir enn bara ein Hvalbiartunnil

SKRIVAÐ: Róin Schrøter  |  04.03.2019 - 09:25 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Nu vit lokalu hava sagt, at Hvalbiartunnilin skal burtur úr stormi og 100 m. hædd, mugu vit koma við loysnum

Sum tit síggja á myndunum, so mæla vit til at gera ein longri tunnil, tá koma vit niður á uml. 50 m. hædd Tvøroyrarmegin og burtur úr vanligu hálkununi (svathálku). Tunnilsmunnin kemur inn við Plantasjuna og fellur væl í vegakervið og framtíðarvegakervið í Trongisvági.

Hvalbiarmegin koma vit niður á 32 m. hædd. Vit sleppa undan stormharða Dalinum, og lætt er at gera uml. 300 m av vindverju á Fitjunum, so vandin fyri vindi at koyra til og frá komandi Suðuroyartunil er burtur.

 

 

Hvalbiartunnilin verður tunnilin, ið skal taka alla ferðslu til og frá komandi Suðuroyartunli. Metingar siga, at 300.000 bilar árliga + tunga ferðsla koma at koyra ígjøgnum Suðuroyartunnilin og harvið eisini gjøgnum Hvalbiartunnilin. Við tí vaksandi virksemi sum er- bæði á Tvøroyri og í Vági- verður mett, at hetta tal hækkar, so minst 1000 bilar- íroknaða tunga ferðslu - koma at koyra dagliga gjøgnum tunnilin um 10 ár.

Politikkarar mugu hugsa um at tæna borgarunum, tá tunnlar skulu gerast. Tá Suðuroyartunnilin kemur, er møguligt at búgva í Suðuroynni og arbeiða í miðstaðarøkinum, og okkara uppskot ger hetta møguligt- eisini mentalt- hjá fólki at ferðast. Hovstunnilin er gott dømi um hetta.

 

Aðrir fyrimunir við okkara uppskoti:

Við okkara uppskoti verja vit náttúruna, og hetta er eisini í samsvar við almennu útsøgnina “Unspoiled Nature”.

Almenna útsøgnin er, at vit skulu vera grønari, tí er eisini umráðandi at sleppa frá hæddum, so útlátið minkar.

Vit hava hugsað nógv um trygdini, nú vit mæla til at sleppa frá stormharða Dalinum.

At Hovstunnilin bleiv broyttur gjørdi, at vit ongantíð tosa ella ynskja hann lagdan aðrastaðni, enn hann er í dag. Sama er galdandi við hesum uppskotinum.

Hetta er ikki bert ein Hvalbiartunnil, men ein tunnil, sum í framtíðini skal taka alla ferðslu til og frá Suðuroyartunlinum, so hesin tunnilin ávirkar ikki bara okkum allar Suðuroyingar, men eisini allar føroyingar, og tí er tað sera umráðandi, at hædd verður tikin fyri hesum.

Í dag meta vit, at tann ætlanin ið fyriliggur, er ein illa umhugsað ætlan fyri hvalbingar. Vit mæla til at landstýrismaðurin setur ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk, ið kemur at gera tilmæli/frámæli til landsstýrismannin fyri at lýsa betur fysta byggistig til Suðuroyartunnil, tí hetta er ein støða inn í framtíðina, avgerð skal takast um.

Vónandi kann ein borgarafundur í Suðuroynni lýsa hesa ætlan fyri okkum øll.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi