Lýsing
Lýsing
Lýsing

HR – Ein handilsrikin viðspælari ella ein fyrisitingarlig funktión

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  04.03.2019 - 21:47 Poddar Vinna

Hvør er okkara fatan, tá ið tosað verður um HR og tað virksemi, ið yrkið veitir?

Eg havi spurt meg fyri millum leiðarar og fólk, ið hava starvsfólkaviðurskifti um hendi og starvast við HR – og svarini, ið eg havi fingið, eru so at siga meinlík!

Í dag fylla rakstur og fyrisiting ein stóran part av degnum hjá HR-fólki. Hetta er heilt fínt, tí rakstur og fyrisiting fara altíð at vera ein partur av HR-arbeiðinum umframt eitt týðandi øki, ið skal røkjast, tí tað krevst, um fyritøkan skal virka inneftir.

Men um tú tekur um tann langa endan og spyrt, hvønn leiklut HR skal hava, um tað skal skapa virðið úteftir, er svarið ofta tøgn, tí enn eru HR-fólkini fá, ið sleppa at virka fyri ein fyrimun úteftir, ella við øðrum orðum: virka á einum handilsriknum støði, hvørs endamál er at økja um avkastið ella betra um tænastustøðið, ið virksemið veitir viðskiftafólki.

At varða av handilsriknum HR-ætlanum er spennandi arbeiði, og tað er júst her, HR-arbeiðið sjónliga gevur sítt íkast til botnlinjuna og fær ein týðandi leiklut í strategiska arbeiðnum í virkseminum.

Eitt dømi, ið eg kann koma inn á fyri at konkretisera handilsrikið HR, var, tá ið eg starvaðist í Danmark. Eg var so heppin at koma inn í eina fyritøku, ið hevði lagt ætlanir um at økja um virksemi sítt. Stýrið hevði set sær nøkur mál, sum tey vildu røkka eftir 3 árum. Í høvuðsheitum vóru málini at økja um framleiðsluna og menna nýggjar vørur til nýggjan marknað. Her vóru HR-framtøkini mong, og ein fortreyt, um hetta skuldi eydnast, var gott samanspæl millum lyklapersónar í fyritøkuni, umframt at HR hevði góða samvinnu við stýrið.

Ein treyt fyri at virka fyri einum fyrimuni úteftir er, at tú hevur gott innlit í handilsskapin/tænastuna, varandi innanhýsis arbeiðsgongdir/-uppgávur, førleikar, mentan umframt starvsfólkaviðurskifti.

At arbeiða við handilsriknum átøkum, ið fara at fáa stóra ávirkan á gerandisdagin hjá starvsfólki, krevur, at tú megnar at hava fyrilit fyri, hvussu broyting ávirkar starvsfólk, mentan og dynamikkin á arbeiðsplássinum, soleiðis at átøkini fáa tey jaligu úrslitini, sum síggjast aftur á botnlinjuni umframt eitt gott arbeiðspláss, ið hevur lætt við at draga røttu førleikarnar til sín og varðveita teir til frama fyri fyritøkuna.

Eg ynski tykkum góða eydnu, næstu ferð tit fremja broyting við tí endamálið at økja um avkastið ella bøta um tykkara tænastur.
 

Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…