Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almenn hoyring um ST heimsmálini í norðuratlantskum høpi í Fólkatinginum týsdagin 12. mars

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.03.2019 - 12:16 Politikkur Tíðindaskriv

Týsdagin 12. mars kl. 14.00 verður almenn hoyring í Landsstingssalinum í Fólkatinginum um ST heimsmálini í norðuratlantskum høpi, har m.a. Aksel V. Johannesen, Løgmaður, og Høgni Hoydal, Fiskimálaráðharri, luttaka. Við útgangsstøði í heimsmáli nummar 14 fer hoyringin at snúgva seg um at varðveita og tryggja burðardygga nýtslu av havsins tilfeingi. Eisini verður viðgjørt, hvussu Føroyar og Grønland arbeiða við heimsmálunum, og hvønn týdning havið og havsins tilfeingi hevur fyri londini.

 

Á skrá verða millum annað framløgur frá:

 

- Aksel V. Johannesen, Løgmaður
- Høgni Hoydal, Fiskimálaráðharri
- Vittus Qujaukitsoq, Grønlands Naalakkersuisoq for Finanser og Nordisk Samarbejde
- Professor Minik Rosing, Keypmannahavns universitet
- Arnljótur Bjarki, Íslendska havrannsóknarstovan Matís

 

Hoyringin er almenn, men tilmelding er neyðug. Trýst her fyri skrá og tilmelding.

 

Tað eru Føroyanevndin, Grønlandsnevndin og Fólkatingsins arktiski arbeiðsbólkur, sum samskipa hoyringina. Magni Arge og Sjúrður Skaale eru formenn í ávikavíst Føroyanevndini og arktiska arbeiðsbólkinum. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag