Norðoyingar valdu minni lokalt hesaferð
Norðoyingar valdu fýra-fimm prosent minni lokalt hesaferð, men lokalu valevnini vóru eisini væl færri enn seinast.
Taka vit fyrstu ferð Føroyar vóru eitt valdømi í 2008, so valdu áleið 73 % í Norðoyggjum lokalt. Til løgtingsvalið í 2022 valdu 70 % av norðoyingum lokalt. Tá telja vit valevni, sum antin búgva í Norðoyggjum ella eru uppstillað fyri lokalfeløg í Norðoyggjum. Telja við norðoyingar, sum hava búð stóran part av lívinum í Norðoyggjum við, men sum ikki búðu í Norðoyggjum, tá valini hava verið, so økist talið í 2022 til 75 %, tí tá taldi Aksel V. Johannesen við. Til valið hesaferð vóru væl færri norðoyingar uppstillaðir (15 ímun til 21 í 2022), tó uttan at tað gav fleiri fólk í løgtingið. Hesaferð vóru eisini munandi fleiri norðoyingar í útlegd uppstillaðir (fýra ímun til ein í 2022).
Hesaferð valdu 65 % lokalt og við útisetum kom talið á 71 %. Hetta liggur sostatt fýra-fimm prosent lægri enn í 2022.
Tó eru fimm umboð av 33 løgtingsfólkum yvirumboðan ímun til fólkatal, men eingin ivi er um, at hetta talið kundi verið væl hægri, tí á trimum av teimum fýra stóru flokkunum – Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi - kom eingin norðoyingur inn, um vit ikki telja útisetan Aksel við. Tó liggja norðoyingar at koma inn sum eykafólk hjá øllum trimum.
Sí hagtøl niðanfyri, har tað bæði í 2022 og 2026 eru talvur fyri við og uttan útisetar.
