Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Um ABC-samgongan verður veruleiki, og tjóðarsemjan kemur við í samgonguskjalið, so er rættiliga víst, at tjóðarsemjan ikki merkir loysing. Tí tá fær Sambandsflokkurin og hansara Nýtt Samband ávirkan á, hvussu semjan verður formulerað, meðan Tjóðveldi ikki fær.
Tað hevur gingið rættiliga striltið at fáa politikarar at greiða frá, hvat liggur í tjóðarsemjuni millum teir 5-6 politisku flokkarnar. Teir hava ofta fingið spurningin, men hava tá havt lyndi til at snakka uttanum heldur enn at svara. Og tað, at teir ikki hava meldað út, ger semjuna eisini munandi lættari at broyta, tí úteftir er ikki greitt, hvat flokkarnir hava verið samdir um.
Í løtuni er ein ABC-samgonga í stoypiskeiðini, og verður hon veruleiki, merkir tað, at Sambandsflokkurin fær ávirkan á, hvussu semjan verður formulerað, meðan Tjóðveldi ikki fær. Og tá er rættiliga sannlíkt, at Sambandsflokkurin fer at flætta sítt egna tilmæli um ”Nýtt samband” inn. Tá ið Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen hava verið tveireinir, so hava teir verið rættiliga samdir um, at innihaldið ikki merkir loysing, men víðkaðar heimildir í ríkisfelagsskapinum.
Hóast Fólkaflokkurin tekur undir við tjóðarsemjuni, so kann hann helst eisini taka undir við, at tað verður eitt kompromis við Sambandsflokkin. Hansara áhugamál eru í størri mun tað vinnuliga og fíggjarliga, umframt familjan, enn tað tjóðskaparliga. Fær hann fiskivinnumál og vinnumál umframt løgmanssessin, so er hann helst nøgdur, serliga um Javnaðarflokkurin og Sambandið finna eina semju. Tí tað er nóg mikið við eini ABC-samgongu við 22 tinglimum fyri at kunna siga, at breið semja er funnin. Tað svarar til 2/3 av Løgtinginum.
Tjóðveldi kemur í so fall til at standa uttanfyri, og harvið fær hann ikki ávirkan á, hvussu tjóðarsemjan skal (um)formulerast. Almenninginum kunnugt fyriliggur ongin ítøkilig avtala um tjóðarsemjuna – og hetta er helst orsøkin til, at almenningurin onki svar fær, tá miðlarnir spyrja inn til tjóðarsemjuna – og tí ber illa til at vísa á nakað og siga, at nøkur avtala er brotin.