Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflokkin ímóti ABC
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum og fyrrverandi løgmaður, ávarar núverandi Javnaðarflokkin ímóti at fara í ABC-samgonguna, sum samráðst fer at verða um frá í morgin. Hann sigur, at flokkurin skal heldur fara í andstøðu, ella eisini í eina ACE-samgongu.
Fyrrverandi løgmaðurin vísir á, at í ABC fer Javnaðarflokkurin at vera sum ein lítil jolla í einum borgarligum skipafylgi, tí Fólkaflokkurin hesaferð er væl størri enn Javnaðarflokkurin, og Sambandsflokkurin er eisini størri. Hann væntar tí, at teir stóru postarnir, fíggjarmál og vinnumál, falla til Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, meðan Javnaðarflokkurin má taka til takkar við almanna- og heilsumálum, ið ikki tykjast vera eins høgt í metum hjá fyrrverandi formanninum.
So ráðini frá Jóannesi Eidesgaard til Javnaðarflokkin eru antin at hyggja seg um eftir øðrum møguleikum, sum ACE, ella eisini sjálvboðið at fara í andstøðu.
Fyri ein ordans skyld skal nevnast, at Jóannes Eidesgaard í 2022 boðaði alment frá, at hann ikki valdi Javnaðarflokkin til valið tað árið, men at hann í staðin greiddi atkvøðu fyri Tjóðveldi, har sonurin, Erling, var uppstillaður. Hesin Erling gjørdist nr. 9 á tjóðveldislistanum til løgtingsvalið í ár og gerst tí helst 1. varamaður, um tað endar við eini ACE-samgongu.
Samráðingarnar um ABC-samgongu byrja í morgin, mánadagin 30. mars, klokkan 10.