Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Marino

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.03.2026 - 20:37 Ítrottur Tíðindi

Jákup B. Andreasen og Árni Frederiksberg halda fram við at fáa málstig á landsliðnum.

FSF skrivar:

Við málum frá Jákupi Biskopstø Andreasen og Árna Frederiksberg eydnaðist tað Føroyum at vinna venjingardystin ímóti San Marino. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar.

Føroyska A-landsliðið við monnum, sum fyri fyrstu ferð spældi í svørtum búna, livdi upp til favorittrolluna, og vann leygardagin ein tepran 2-1 sigur á San Marino.

Men fyrstu løtuna var spælið eitt sindur knortlut, og tá fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin legði Nicolas Giacopetti heimaliðið á odda.

Føroyska liðið sat annars á meginpartin av spælinum, og kom eisini til onkrar vandastøður. Yvirvágin gav úrslit beint fyri steðgin, tá Jákup Biskopstø Andreasen javnaði til 1-1.

Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, og tá ein stórur tími var spældur legði Árni Frederiksberg Føroyar á odda 2-1. Eftir hetta hendi ikki tað heilt stóra, og sigurin var sum heild ongantíð í vanda.

Næsta uppgáva hjá manslandsliðnum eru tveir venjingardystir í juni mánað, tá Baltic Cup er á skránni. Leygardagin 6. juni spæla Føroyar og Estland, og tann 9. juni verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettland ella Litava.

Søgan um svørtu troyggjurnar er annars hon, at tá lond boða frá luttøku til UEFA kappingar, skal liturin á búnanum viðmerkjast. Fyri Føroyar er hvítt fyrsta val, blátt annað val, meðan svart er triðja val, og tað bleiv so fyri fyrstu ferð roynt hesaferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…