Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hermann Samuelsen kann koma á ting, um eitt nú ein ABC-samgonga verður veruleiki. Tað er sjálvandi gott fyri Norðoyggjar, men spurningurin er, hvat tað merkir fyri Klaksvíkar Býráð. | Mynd: Instagram-vangi

ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.03.2026 - 15:30 Politikkur Tíðindi

Verður hildið fast um meginregluna um dupultmandat, t.e. at ein bert kann sita í einum politiskum sessi samstundis, kann ein samgonga, har Sambandsflokkurin fær 2 landsstýrisfólk úr tingmanningini, seta bæði Klaksvíkar Býráð og Sambandsflokkin í eitt dilemma.

Siga vit, at Sambandsflokkurin kemur í stjórn og setir 2 tingfólk í Landsstýrið, koma Magni Højgaard og Anna Falkenberg á Løgting. Men av tí at Anna Falkenberg er vald í Fólkatingið, og tí at dupultmandat generelt eru óynskt, so kemur Hermann R. Samuelsen á Løgting. Hermann Samuelsen situr eisini í Klaksvíkar Býráði.

Til kommunuvalið fyrraárið vórðu Karl H. Johansen og Hermann innvaldir. Meginreglan um ikki at loyva dupultmandatum kann gera, at Hermann Samuelsen leggur býráðssessin frá sær, men tað merkir so eisini, at Áron Vest, ið er fyrsti varalimur, kemur í býráðið. Og hann hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum.

Kemur Áron Vest í býráðið, kann tað tí merkja, at hann ikki stuðlar samgongumeirilutanum har, og býráðssamgongan telur bara 1 mandat meira enn andstøðan. Fer Áron Vest so enntá í part við minnilutanum, gerst hann meiriluti, og harvið kann borgarstjórin fáa býráðsmeirilutan ímóti sær.

Tá tað er sagt, so er hetta mest av øllum ein hypotetisk støða, sum Sambandsflokkurin neyvan letur henda. Eitt nú kann Hermann Samuelsen siga pass til Løgtingið, og so kemur Haraldur R. Hammer á ting fyri hann. Ella Sambandsflokkurin kann siga, at tey gera undantak og loyva dupultmandati í hesum føri. Men heldur flokkurin fast um, at dupultmandat ikki skulu koma fyri, so standa vit altso í omanfyrinevndu margháttligu støðu. 

Tað verður í øllum førum spennandi at fylgja við í.

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld