Lýsing
Lýsing
Lýsing
Yngstu veljararnir í landinum minnast neyvan seinastu breiðu samgonguna. Nú verður so aftur gjørd ein roynd at skipa eina tílíka.

Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu samgonguna í 15 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.03.2026 - 13:41 Politikkur Tíðindi

Nú Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fara undir at samráðast um at skipa samgongu, er hetta fyrstu ferð síðani 2011, at tað er roynt, og bert aðru ferð, síðani vit fingu 1 valdømi.

Fyrsta samgongan í einum valdømi var ein vinstrasamgonga, sokallaða CHE-samgongan. Hon vardi bert nakrar krákumánaðir, so upploystist hon av innanhýsistrupulleikum. Eftir hana fingu vit higartil einastu breiðu samgonguna undir einum valdømi, og tað var nettupp ein ABC-samgonga sum tann, sum nú verður roynd.

2011-2015 høvdu vit eina høgrasamgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin. Hon sat eitt fult skeið. Síðani kom ein vinstrasamgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, ið eisini sat fult skeið 2015-2019. Eftir tað varð aftur farið yvir í høgra borð, tá Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skipaðu Landsstýri árini 2019-2022. Hendan imploderaði av innanhýsistrupulleikum um sammøður. Og tá fingu vit so aftur eina vinstrasamgongu millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn.

Við til søguna hoyrir, at ein orsøk til, at tað ikki hevur borið til at skipa breiðar samgongur er, at Aksel V. Johannesen leingi noktaði fyri, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin kundu fara í samgongu saman. Hetta er nú slept, og flokkarnir byrja at samráðast í morgin.

Tá tað kemur til málsøki, hevur Fólkaflokkurin vanliga altíð viljað at umsitið fiskivinnumál, og tað fer hann heilt sikkurt eisini eftir hesaferð. Helst krevur hann eisini løgmann, og tað verður ringt at nokta teimum, tá flokkurin nú er størstur og gott og væl tað. Sambandsflokkurin fer helst eftir fíggjarmálum, ið verður mett at verða tað næstmest týðandi øki eftir løgmanspostin. Og so kann roknast við, at Javnaðarflokkurin biður um almanna- og heilsumál og fær tey. Tað er eitt sindur meira diffust við hinum 2 aðalráðunum, Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

 

Vit fingu 1 valdømi í 2008, og hesar hava samgongurnar verið síðani:

2008-2008: Vinstrasamgonga (CHE)

2008-2011: Breið savningarstjórn (ABC)

2011-2015: Høgrasamgonga (ABDH)

2015-2019: Vinstrasamgonga (CEF)

2019-2022: Høgrasamgonga (ABH)

2022-2026: Vinstrasamgonga (CEF)

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld